SUM verður aftur 21 mars

Á sumri í 2019 fingu tveir ungir dreingir av Toftum, Dann Johannesen og Beinir Langgaard, eitt hugskot um at samla øll missiónshúsini á Skálafjørðinum saman. Teir settu seg í samband við hini á fjørðinum, og luftaðu tankan. Hetta tóku hini væl ímóti, og 18. januar var fyrsta møtið hildið.

Fyrsta møtið var í Tabor á Toftum. Á skránni var ein tala frá Andriasi Magnussen, ein sangframførsla frá sangbólkinum Foundation umframt felagssangur, undirhald, matur og hugni. – Ætlanin er at hava eitt felagsmøti annanhvønn mánað. Vit halda ikki, tað skal vera ov ofta, so at man gerst troyttur av tí, tó heldur ikki so langt ímillum, at fólk gloyma tað. Vit vóna, at hetta heldur áfram leingi aftrat, sigur Dann Johannesen.

SUM stendur fyri Skálafjarðar Ungdómsmøti. Møtini skifta millum tey fimm missiónshúsini á Skálafjørðinum: Strondum, Skála, Glyvrum, Toftum og Rituvík. – Øll eru hjartaliga vælkomin eisini tey, ið ikki búgva á Skálafjørðinum. Tað er bara Skálafjørðurin, ið skipar fyri, men eingin skal halda seg aftur at koma á møti, sigur Dann.

LES EISINI  Spennandi kyrrutúrur úr Æðuvík, heim í Nes Kirkju

Endamálið við SUM er at samansjóða fjørðin og styrkja hvønn annan í tí andaliga. At lovprísa og læra harran betri at kenna.

Næsta SUM verður 21. mars klokkan 20 í missiónshúsinum á Strondum. Skráin er ikki komin út enn, men nærri kunning frættist seinni.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina