SUMMARgleði leygardagin

Sunnudagsskúlafestivalurin  “Summargleði”, sum varð hildin í Klaksvík í fjør, eydnaðist so væl, at fyrireikararnir gjørdu av, at endurtaka tiltakið leygardagin 20. juni í ár. 

Longsta dag í fjør skipaði KFUM&K í Klaksvík fyri sunnudagsskúlafestivali, kallaður “Summargleði”. Hetta eydnaðist avbera væl, heili 1.700 fólk luttóku, og hetta var nógv meira enn fyrireikararnir høvdu vænta.

– Vit vóru ótrúliga glað og væl nøgd, at so nógv fólk møttu upp, og vit gjørdu av, at hetta áttu vit at royna aftur, sigur Sólgerð Joensen, sum er formaður fyri sunnudagsskúlan í KFUM&K og ein av limunum í fyrireikingarbólkinum.

Tema um Móses
Eins og í fjør verður tað borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum setir festivalin. Tað verður klokkan 11. Bæði undan og aftaná setanina syngur barnakórið á Strondum. Eisini fer Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi at hava eina andakt.
Á middegi fer orkestrið “Ælabogin” at spæla.
– Tey eru fyri stuttum komin aftur av konsertferð í Norra, so vit eru spent uppá at hoyra tey. Aftaná tey fer ein sang- og dansibólkur úr Sørvági at framføra. Tey vóru eisini við í fjør, og dugdu sera væl, sigur Sólgerð.
Evnið fyri festivalin í ár er ‘Móses’ og klokkan 14.00 fara børn úr sunnudagsskúlanum hjá KFUM&K at spæla ein leik um Móses. Aftaná verður ein ‘syngið-við’ løta við kendum sunnudagsskúlasangum.   

Sangur, gykl og klovnar
– Klokkan trý fer Magni Christiansen at syngja og spæla. Tey, sum kenna Magna, vita, at hann dugir væl at fáa lív í eina stóra fólkmongd. Aftaná hann fer barnakórið í Betesda at syngja, og tað gleða vit okkum eisini til. Teir síðstu á skránni á festivalinum eru gyklarin Ásbjørn Berthelsen og síðani klovnarnir BUBU og Baloney. Tað riggaði sera væl hjá teimum í fjør, og vit vænta, at tað verður minst líka gott hesaferð, kanska enn betur, sigur Sólgerð.
Annars verður nógv ymiskt til keyps, so sum pylsur, ísar, vaflur og kaffi. Eisini verður bókasøla, og ymsir lutir frá Heimamissiónsforlagnum í Nesvík vera eisini at fáa.
Djóragarður við kaninum, seyðum, kálvum, kanariufuglum, slangum, hamstrarum og mongum øðrum djórum verður eisini.

Ganga gjøgnum Reyðahavið
Í fjør var inngongdin til festivaløkið niðanfyri fimleikahøllina. Hetta er broytt í ár, soleiðis at inngongdin nú er omanfyri. Við tað, at temaið fyri festivalin er um Móses, verður inngongdin prýdd soleiðis, at tað verður sum at ganga í gjøgnum Reyðahavið.
– Tað skal nógv fólk til at skipa fyri einum slíkum festivali. Í fjør høvdu vit um 100 hjálparfólk og tað verður neyvan minni í ár. Vit hittast øll í KFUM&K til morgunmat áðrenn festivalurin byrjar, og hava eisini eina máltíð aftaná.
– Vit vóna at nógvir sunnudagsskúlar nýta hetta høvið til at gera eina útferð til Klaksvíkar, og eg vil eisini nevna, at hetta tiltakið ikki bara er ætlað sunnudagsskúlum hjá Heimamissiónini, men øll onnur eru eisini hjartaliga vælkomin, sigur Sólgerð Joensen.
Innkomni peningurin fer til sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini og til SAT-7 Kids.

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen