Sunnudagsskúlin í Føroyum 1929
Árið 1929 vitjaði danin Lauritz Hundevad (1870-1940) sunnudagsskúlarnar í Føroyum. Endamálið var, at skipað arbeiðið og samstarvið millum sunnudagsskúlarnar í Føroyum og Danmark.
Lauritz Hundevad skrivaði eina grein, har hann mælti til, at skipa allar sunnudagsskúlarnar í Føroyum í eina deild í danska felagsskapinum – deild 48. Hetta fyri at betra sambandið millum arbeiðið í Føroyum og Danmark. Hendan nýggja deildin í Føroyum kundi so senda eitt umboð til landsfundin í Danmark.
Á fundi í Havn ólavsøkudag hevði hann talað um sunnudagsskúlaarbeiðið í Danmark seinastu 50 árini. Hann sigur, at hann frá fólki hevði fingið 267 kr. og 67 oyru til sunnudagsskúlaarbeiðið, og frá Samfelagsráðnum í Føroyum hevði hann fingið 150 kr.
Hann heldur, at fólk tóku ímóti Guds orði við opnum sinni, og at vinabond vórðu knýtt undir krossins merki.
Umframt hesa blaðgrein við upplýsingum um ferð sína í Føroyum í 1929, hevur Hundevad sent sunnudagsskúlanevndini hjá donsku Indre Missión eitt nágreiniligt yvirlit yvir hvørja bygd, hann hevur verið í.
Hann nevnir hvør stóð fyri sunnudagsskúlanum, hvussu nógvir sunnudagsskúlalærarar eru í hvørjum skúla, barnatalið, hvussu ofta sunnudagsskúlin verður hildin í vikuni, hvør bíbiltekstur verður brúktur, hvør bók verður brúkt at syngja úr, hvat ár varð farið undir at halda sunnudagsskúla, og hvør stendur fyri arbeiðinum.
Í fleiri bygdum eru hesar upplýsingingar frá Hundevad tær einastu, sum siga okkum, nær sunnudagsskúli kom í bygdini, og hvør ella hvørji fólk vóru í arbeiðinum tá í 1929.
Vit taka eitt brot úr frágreiðing hansara í árinum 1929.
Kelda: Søgan um sunnudagsskúlan/Johs. Andr. Næs.
Myndin ovast er frá sunnudagsskúlanum í Sandavági. Vilhelm Nielsen stendur í durinum.