Syngja jólini inn í Kelduni

Hesa tíðina fram til jóla verða jólini sungin inn í nógvum kirkjum og samkomum um landið. Eitt av støðunum, har skipað hevur verið fyri einum tílíkum tiltaki seinastu árini, er í Kelduni í Skálabotni. Har verða jólini sungin inn 23. desember klokkan 21.00.

Hetta er eitt sera vælumtókt tiltak, ið savnar mong fólk úr nógvum samkomum og støðum, sum koma saman at syngja og hoyra framførslur sum tað seinasta, áðrenn jólini av røttum byrja.

Nógvur felagssangur verður, og eisini kemur Petur Hans Hansen av Toftum at syngja nakrar sangir.

Tiltakið er ókeypis, og aftaná verður hugni við einum góðum drekkamunni og holukøkum.