Tá áarbakkarnir flóta yvir
Tað hevur regnað illa farnu tíðina í Thailandi og nú tá seinasta illveðrið, Noru, førdi serliga nógv regn við sær, fyltust byrgingarnar og áirnar, so at vatnið fleyt yvir nógvastaðni.
Ernst Magnussen hevur skrivað.
Til samanberingar kanst tú ímynda tær, at tú koyrir eftir Skipanesvegnum mótvegis tunnlinum millum Fjarða. Ímynda tær so, at báðu megin vegin stendur vatn upp móti vegkantinum, men flýtur ikki yvir um. Hóast tað ikki er óvanligt at síggja nógv vatn í áunum og á bønum inni millum Fjarða, so er tað ókent at vatn stendur upp til vegkantin. Soleiðis er ikki í norður eystur Thailandi.
Tað hevur regnað so illa, at nógvir landsvegir og rísakrar standa undir í vatni. Vatnbyrgingarnar eru fyltar til markið. Tískil hevur verið neyðugt at latið vatnslúsurnar meira upp. Harvið fyllast áirnar til áarbakkarnar og nógvastaðni flýtur yvir. So nógv vatn er floymt yvir, at landsvegir sum liggja langt frá áunum og væl hægri standa nærum undir í vatni. Summastaðni er ikki koyrandi fyri vatni. Umframt landsvegir, sum standa undir í vatni, eru eisini nógvar rísakrar floymdir. Mestsum allir rísakrarnir framvið áunum og framvið landsvegnum standa undir í vatni.
Vatnið, sum floymir vegirnar, fjarðar ofta skjótt og koyrandi verður aftur. Men soleiðis er ikki við rísøkrunum. Tá vatn er floymt í teir, verður vatnið gjarna verandi í longri tíð; upp til fleiri vikur.
Rísið verður sáað í mai og juni, og verður heystað í seinnu helvt av oktober og november. Umframt at sáa rísið, so mugu bøndurnir planta av nýggjum, lúka, sáa og pumpa vatn úr markunum, áðrenn rísið kann skerast til heystið. Orsaka av inflasjónini, sum eisini hevur rakt her, hevur tað verið serliga dýrt at keypa kunsttøð og bensin til vatnpumpurnar í ár. Nógv arbeiði og stórar íløgur eru gjørdar í rísið, sum nú stendur undir í vatni og fer fyri skeyti.
Rísið, sum hevur staðið undir í vatni, kann ikki skerast, tí tað rotnar. Tí verða nógvir bøndur arbeiðsleysir komandi skurðartíð. Teir fáa tí heldur ikki sína føstu árligu inntøku. Tað eru mong fólk tilsamans, sum fáa ein bróðurpart av síni árligu inntøku við at selja rís, so í ár og komandi ár verður smáligt hjá mongum.
Harumframt eru nógv hús og bústaðarøki, sum standa undir í vatni. Vatnið stendur upp til gáttina og summastaðni væl upp um. Tí er trupult, og hjá nógvum ómøguligt, at sleppa frá húsum til arbeiðis ella í skúla. Hjá nógvum rakar tað meint, tí tey antin eru tíma- ella daglønt.
Tað ber tí ikki til at siga annað, enn at høgi vatnstandurin lækkar um livistandin hjá mongum her í Thailandi. Í ár hevur nógva regnið rakt serliga meint í norður eystur Thailandi, serliga í landspartinum Ubon Rachathani, sum liggur eystur ímóti Mekong ánni og Laos. Onnur ár rakar tað harðari í norður Thailandi og summi ár í suður Thailandi. Men har tað rakar, er tað altíð sera hart hjá øllum at koma fyri seg aftur.
Av tí at alt vatnið, sum nú streymar í yvirfyltu áunum í norður eystur Thailandi, rennur suður móti Bangkok, høvuðsstaðnum, so er møguleiki fyri, at tað fer at fløða yvir í Bangkok. Tað eru myndugleikarnir serliga ansnir við, og gera alt fyri at tað ikki skal blíva ein endurtøka av tí, sum hendi í 2011, tá nógv økir í Bangkok stóðu undir í vatni í ein góðan mána.





