Tá lóggávan hevur eitt byrsusikti – trý rák á heimslistanum

Í ár sæst ein meira miðvís forfylging á heimslistanum yvir forfylgd kristin, serliga í londunum eystanfyri.

Í morgun almannakunngjørdi felagsskapurin Open Doors sín árliga heimslista yvir tey 50 londini ella økini, har kristin eru fyri størst forfylging. Trý óhugnalig rák eru at síggja á listanum, men samstundis eru glottar at hóma aðrastaðni.

1. Stats-autoritarisma: Tá staturin tekur lógina í egnar hendur og nýtir hana til at hava eftirlit við átrúnaði

Í Kina er onnur hondin hjá statinum ein knýttur nevi móti kristindóminum, meðan hin hondin nýtir lógina sum písk til at fáa kirkjuna at rætta inn. Tað er ein arbeiðsháttur, sum eisini verður nýttur í sosialistiskum londum sum Vjetnam og Laos, har tey annaðhvørt trýsta tey átrúnaðarligu samfeløgini til at gerast partur av tí sosialistiska samfelagnum ígjøgnum lóggávuna ella seta nevndir fyri átrúnaðarlig mál til at hava eftirlit við átrúnaðarligum samfeløgum. Tá staturin ikki kann forbjóða kristindóminum beinleiðis, so kann ein gera tað óbeinleiðis. Tað sæst til dømis í Kina, har børn undir 18 ár ikki mugu fáa frálæru í átrúnaði.

Tað merkir, at sunnudagsskúlarnir mugu lata aftur, og kirkjurnar skulu hava eitt skelti við dyrnar, har tað stendur: ’18 ára aldursmark’.

Í Kina er nú eisini forboðið at selja og keypa bíbliur, og tað ger tað sera torført at fáa fatur í eini bíbliu.

LES EISINI  Korini hjá teimum trúgvandi og avbyrgdu kristnu í Norðurafrika

Samstundis skal alt átrúnaðarligt virksemi verða góðkent av kinversku stjórnini. Ein góðkenning hevur millum annað við sær vakmyndatól, sum kenna andlit aftur, í kirkjuni, og at kirkjan virkin skal stuðla kommunistiska stjórnarflokkinum. Tað nokta fleiri kirkjur at gera og gerast tí óskrásettar kirkjur og harvið ólógligar húsmeinigheitir, sum síðani verða noyddar at lata aftur. Samstundis verða tær kinversku undirgrundskirkjurnar trýstar til at gerast nationalistiskar. Í kirkjuni skal tjóðarflaggið hanga omanfyri krossin, tjóðsangurin skal syngjast áðrenn gudstænastuna og í summum førum ljóðar eitt krav um at skifta myndir av Jesusi út við forsetan.

2. Ultra-nationalisma: Tá kristin gerast fremmand í egnum landi

Í londum sum India, Nepal og Butan verða nationalisma og átrúnaðarligur samleiki, í hesum førum hinduisma og buddisma, koblað saman, og soleiðis verða tey kristnu gjørd fremmand í egnum landi. Í Turkalandi er eitt líknandi rák, har Recep Erdogan, forseti, hevur framt eina ultra-nationalistiska bylgju, sum hevur trupul kor við sær fyri tey kristnu.

Í India busar koblingin millum nationalismu og hinduismu avstað. Ert tú indari, so ert tú hindu, er hugsanarhátturin, sum indiski staturin roynir at fremja um alt landið. Ein hugsanarháttur, sum er við til at gera tey kristnu fremmand í landinum, so at tey verða sædd sum landasvíkjarar.

Átta indiskir statir hava longu sett í verk eina “anti-konverteringslóg” Lógin hevur við sær, at ein skal geva staðbundnu myndugleikunum fráboðan ein mánað frammanundan, um ein velur at venda um frá hinduismuni. Harafturat skal ein eisini ígjøgnum eina samrøðu við eitt umboðsfólk frá stjórnini.

LES EISINI  Dómarar mæla iranskum kristnum til at avnokta sína trúgv

At tey kristnu verða gjørd fremmand, hevur við sær, at tey gerast offur fyri hernaðarligum hinduistum, sum leypa á kirkjur, prestar og noyða kristin út úr býunum, uttan at myndugleikarnir gera nakað við tað.

Tann seinasta og mest ørkymlandi gongdin, sum ikki bert fer fram í India, men eisini í øðrum londum, er, at hernaðarligir nationalistar miðja álop síni eftir konum og børnum hjá kirkjuleiðarunum.

3. Útbreiðslan av víðgongdum islam: Tá IS flytur seg frá Miðeystri til Afrika sunnanfyri Sahara

IS hevur seinastu árini mist rættiliga stór lendi í Miðeystri, men ideologiin frá leivdunum av víðgongda bólkinum hevur breitt seg niður gjøgnum Afrika.

Serliga hevur tann víðgongda islamisman flutt seg niður til økið sunnanfyri Sahara, har forfylging av kristnum er voksin. Fleiri av londunum eru merkt av fátækadømi, korruptión, rúsevnisbrotsverkum og ættbólkasamfeløgum, og tað gevur ekstremismu góð gróðrarlíkindi, sum í síðstu atløgu gongur út yvir tey kristnu og aðrar minnilutar.

23 lond kunnu verða flokkað sum lond við “høgari forfylging”. 18 av hesum 23 londum eru sunnanfyri Sahara.

Her er Boko Haram í Nigeria, og stríðsætlan teirra er at ræna kristnar kvinnur og gentur og gera tær til trælir.

Her eru eisini Kenja og Miðafrikalýðveldið, har kristin framvegis verða offur fyri víðgongdum islam sameint við staðbundnum ósemjum.

LES EISINI  Norðurkorea óttast tey kristnu meira enn kjarnorkubumbur

Glottar: Tá kristin velja at halda fast við trúnna uttan mun til prísin

Heimslistin setur tøl á tær mongu søgurnar, sum Open Doors møta í gerandisdegnum, og vísir, at kristin kring heimin hava trupul kor at inna sína trúgv. Men listin sigur eisini eina søgu um eina fjøld av kristnum, sum velja at halda fast við trúnna undir sera torførum korum. Korini verða møguliga ikki broytt frá degi til dags, men her og har eru smáir glottar at hóma.

Norðurkorea hevur verið ovast á listanum síðani 2002, men seinasta árið hevur landið leyslatið trý koreansk-amerikansk kristin úr einum norðurkoreanskum fongsli eftir diplomatiskar samráðingar millum Trump forseta og Kim Jong Un, forseta.

Í Pakistan er eisini vón um betri rættarkor fyri tey kristnu. Eftir átta ára fongsul og bíðitíð á deyðsgongdini varð pakistanska Asia Bibi latin leys av hægstarætti í Pakistan, sum valdi at halda fast við at verja ein kristnan hóast stór mótmæli og deyðshóttanir. Asia Bibi er “fræls”, men er framvegis í Pakistan og bíðar eftir friðskjóli.

 

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina