Norðurkorea framvegis torførasta land at vera kristin
Hvørt ár við ársbyrjan ger altjóða felagsskapurin Open Doors, sum virkar fyri forfylgdum kristnum um allan heim, ein lista yvir tey lond og øki, har kristin verða forfylgd. Í morgun var ein dagførdur listi almannakunngjørdur.
Hóast søgulig framstig vórðu gjørd í fjør í viðurskiftunum millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea, hini grannalondini og USA hinumegin, so er Norðurkorea framvegis tað landið í heiminum, har tað er truplast at vera kristin. Henda ivasama heiður hevur Norðurkorea havt í mong ár. Tey kristnu í landinum bera ótta fyri, at bøtt viðurskifti við Vesturheimin ikki fara at hava nakran bata við sær fyri tey.
Heimslistin vísir eisini, at í 11 londum er talan um ekstrema forfylging. Norðurkorea er kommunistiskt, meðan flestu av næstu londunum á listanum eru muslimsk. Tó eru undantøk. Í India, sum liggur á tíggjunda plássi, er vaksandi forfylging frá víðgongdum hinduistiskum bólkum, sum fáa stuðul frá ráðandi stjórnarflokkinum. Eritrea, sum er á sjeynda plássi, er partvís muslimskt og partvís kristið. Tað merkir, at umframt islam verða tann ortodoksa, tann katólska og tann lutherska kirkjan viðurkendar, meðan allir aðrir átrúnaðir í verki eru forbjóðaðir. Men í muslimskum pørtum av landinum, har alsamt fleiri gerast víðgongd, verða kristin frá øllum kirkjusamfeløgum forfylgd, og í øðrum pørtum av landinum eru protestantisk kristin undir trýsti frá ortodoksum kristnum.
Á filmsbrotinum niðast sæst, hvussu listin verður gjørdur og hvat meint verður við forfylging.
Londini á listanum er hesi:
- Norðurkorea
- Afganistan
- Somalia
- Libya
- Pakistan
- Sudan
- Eritrea
- Jemen
- Iran
- India
- Sýria
- Nigeria
- Irak
- Maldivoyggjar
- Savdiarabia
- Egyptaland
- Usbekistan
- Myanmar
- Laos
- Vjetnam
- Miðafrikalýðveldið
- Algeria
- Turkmenistan
- Mali
- Móritania
- Turkaland
- Kina
- Etiopia
- Tadsjikistan
- Indonesia
- Jordan
- Nepal
- Butan
- Kasakstan
- Marokko
- Brunei
- Tunesia
- Katar
- Meksiko
- Kenja
- Russland
- Malaisia
- Kuvait
- Oman
- Sameindu Arabisku Emiratini
- Sri Lanka
- Kolumbia
- Bangladesj
- Palestinsku økini
- Aserbadjan
Kelda: Open Doors