Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Kristian Keiding var prestur í Vágum og í Mykinesi frá 1917-1925.
Tá varð andaligur røringur í Mykinesi, og hann hevði altíð møtir, tá hann vitjaði har.

– Brot úr Heimamissiónssøgu.
Christian Høj hevur skrivað, eftir frásøgn frá Katrinu Petersen

Eg minnist einki til, at bønamøtir vórðu hildin tá; men sunnudagsskúlin helt fram so leingi, Maria Nattestad, var á oynni. Tá ið hon fór, var eingin at taka arbeiðið upp aftaná hana. Men møtini, ið høvdu verið, høvdu havt sín stóra týdning. Fólkið møtti altíð í góðari tíð, tá ið møtir vóru. Fólkið var prestafólk og kirkjufólk, og børnini komu altíð í kirkju saman við foreldrunum. Tað var einki sum æt, at tá ið pápi fór í kirkju, fóru vit øll systkini við honum.

Veking

Tá ið Maria Nattestad byrjaði at halda møtir í 1913, møttu nærum alt fólkið í bygdini upp. Tey kendu hetta sum nakað, ið gekk út frá kirkjuni. Keiding hevði eisini møti í skúlanum ella í kirkjuni. Tað løgna var, at tað var altíð góðveður, tá ið Keiding var og vitjaði. Tað var bara einaferð, at hann mátti venda aftur, og tað kendist undarligt.
Tað vóru fleiri, ið vórðu vakt, og teirra millum var ein kona. Vit kunnu siga, at virki Mariu Nattestads, Sofus Sivertsens eins og Keidings, bar eina stilla veking við sær. Og eisini seinni, tá ið Jóhan Hans Simonsen, trúboðari, hevði møtir í Mykinesi, hava fólk reist seg upp og játtað, at tey vóru komin til trúgv á Jesus.

LES EISINI  Søgan um eslið

Slapp ikki av oynni

Tað var eitt páskakvøld, ið Keiding mátti venda aftur. Sørvingar koma út undir oynna eftir honum, tí tað var so ókyrt á lendistøðni. Hann segði, tá ið hann var afturkomin, at hann slapp ikki av oynni orsakað av eini ella aðrari sál.

Soleiðis málbar hann seg í prædiku síni, tí hann hevði ongantíð upplivað, ikki at sleppa av oynni fyri veður. Men henda dagin var hann forðaður av brimi, og báturin var noyddur at fara aftur til Sørvágs við ongum presti. Tað hevði heldur ikki verið ætlan hansara at halda gudstænastur í Mykinesar kirkju hetta páskakvøld.

Prestur tagdi

Gudstænastan fór fram sum vant við bøn, upplestri úr halgubók, sálmum og prædiku. Men tá var tað, tað óvæntaða hendi.
Tá ið prestur var um at vera liðugur við prædiku sína, reistist ein kvinna niðri í kirkjuni seg upp og byrjar at lesa eitt sálmavers. Prestur gevst við prædiku síni, og hvørt eyga í kirkjuni vendi sær móti hesi kvinnu. Hon læt seg ikki ávirka av nøkrum, men føst og greið komu orðini frá vørrum hennara:

Jesus alene mit hjerte skal eje,
Jesus alene derinde skal bo.
Intet på jord kan hans nåde opveje,
Ene hos ham kan min sjæl finde ro.
Ej bør jeg sørge, og ej bør jeg klage,
Jesus min broder er altid mig nær.
Og han har lovet ved hånd mig at tage,
Frelst mig at føre til hjemlandet der.

Kvinnan settist, og prestur gjørdi prædiku sína lidna. Men tey, sum í kirkju vóru, kendu, at tey høvdu havt eina merkisverda løtu; eina løtu, ið ongantíð fór teimum úr huga. Eg sat henni nær hetta páskakvøldið í kirkjuni. Mær tóktist hetta ikki vera so undarligt; tí eg visti, at hon var nógv ávirkað av Guds orði.

LES EISINI  Forvitnislig bók um søguna hjá Sjómansmissiónini

Nógv umrøddur vitnisburður

Skjótt aftaná hesa hending gjørdist konan sjúk; og á hvítusunnu var hon longu deyð. Fyrstu ferð, prestur kom vestur aftur til Mykinesar, segði hann, at tað var gott, at hon fekk sagt sín vitnisburð páskakvøld.  

Hann var av teirri hugsan, at hann var hildin aftur á oynni tað kvøldið vegna hesa sálina. Og eg trúgvi, tað var so. Ivaleyst hevði vitnisburðurin eina ovurhonds sterka ávirkan á tey, sum í kirkjuni vóru. Sjálv gloymi eg tað ongantíð. Hetta, ið fór fram í kirkjuni, var stundum havt til umrøðu. Hetta var óvanligt og merkisvert og samstundis partur av Heimamissións arbeiðinum sum var byrjað í Mykinesi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina