– Tað, sum tú verður góður við sum barn, tað verður tú eisini góður við sum vaksin
Hetta sigur Marjan Nielsen av Nesi, tá ið Trúboðin seinasta mikukvøld var á vitjan í missiónshúsinum Tabor á Toftum, nú útimissiónsbarnaringinum byrjaði aftur eftir jólafrítíðina.
– Hetta er, sum at ein gluggi verður latin upp fyri barninum, at tað kann síggja týdningin og gleðina í bæði at biðja fyri og eisini at stuðla teimum, ið eru farin út í missión og tí fólki, ið tey virka ímillum, sigur Marjan.
Barnaringurin fór í gongd í januar í 1983. Støðan var tá hon, at gentuarbeiðið var steðgað, og biðið hevði verið fyri, at eitthvørt arbeiði kundi byrja av nýggjum. Nýliga flutt inn á Nes spurdi Marjan tí stýrið fyri missiónshúsið um at byrja barnaringin.
– Tað var eitt Guds kall, og tað var eitt Guds svar.
Eg minnist, at Sørin Steinhólm segði við meg, at nú gekk eg í teimum gerningum, sum frammanundan vórðu lagdir til rættis fyri meg.
So ja, hetta hevur verið mítt kall, sigur Marjan.
Missiónsboðini eru útgangsstøðið
Okkurt um hundrað børn høvdu leitað sær í missiónshúsið Tabor mikukvøldið í seinastu viku, og soleiðis hevur verið øll árini. Okkurt árið upp í 140 og onnur um tey 90.
– Øll árini hava vit verið vælsignað við góðum fólki og góðum stuðlum. Einir 40 leiðarar nýta sína frítíð soleiðis, at børnini her kunnu fáa eitt ríkt upplivilsi. Uttan tey bar hetta ikki til. Bygdarfólkið stuðlar væl, og foreldur leggja eisini nógv fyri, fyri at koma við børnunum í barnaring.
Øll kvøldini eru skipað á sama hátt. Fyrst verður møtt uppi í missiónshúsinum, har boðskapurin um Jesus Krist verður boðaður børnum og ungum. Hetta kvøldið var tað Ingrid Hansen, ið greiddi teimum frá, hvussu Jesus í fjallaprædikuni lýsti lærusveinarnar: Tit eru salt jarðarinnar (Matt 5,13) og tit eru ljós heimsins (Matt 5,14)
Trúboðarar vitja børnini
– Er onkur av teimum, ið vit stuðla, heima, so royna vit altíð at fáa tey at siga frá sínum arbeiði, har tey eru. Og nú eru teir talgildu møguleikarnir eisini vorðnir so sera góðir, sigur Marjan.
Eisini var sungið eina løtu, tí at barnakórið á Toftum eru tey, ið venja, tá ið barnaringur er. Hetta tóku Jannet H. Højgaard og Helena Hansen sær av. Tær kenna vit eisini sum kórleiðarar frá vælumtókta sangfagnaðinum.
– Endamálið hevur heilt frá byrjan verið at ganga Jesu ørindi við at stuðla okkara trúboðarum, ið eru farnir út í heim við boðunum um Jesus Krist.
So vit kunnu siga, at missiónsboðini eru útgangsstøðið. Og tey boðini skulu eisini berast okkara børnum og ungu. Tí er avgerandi, at vit eisini hittast um boðskapin um Jesus Krist, sum vit síðani kunnu føra út í hendurnar við tí, vit gera aftaná, sigur Marjan.
Tí verður eftir hesa løtuna farið í hvønn krók í húsinum, har ymiskt handaligt verður gjørt. Hetta verður so alt selt á einari árligari sølu. Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til fýra trúboðarar. Í ár eru tað til Silas og Juliannu Olofson, sum eru í Monogolia, Ernst og Khem Magnussen í Tailandi, Jóhannes og Kristianu Finnsson í Tansania og sjónvarpsstøðina Sat-7.
Kvøldið endar klokkan 19, tá ið Faðir vár verður biðið og sungið verður:
”Góði Gud, vit biðja fyri teim,
sum ikki hava mat, ei heldur heim,
vís tú mær, hvat eg kann gera,
hjálp mær at gera tað eg kann.
Barnaringurin á Toftum:
- Barnaringurin byrjaði í jan í 83.
- Onkur leiðari hevur verið við øll árini.
- Vanliga er talan um jólasølu og tombola, og er tað hetta, ið fer óskert til trúboðarar.
- Altíð verður býtt í fýra.