Tak familjuandaktina til páskirnar niður

Tá ið Jesus samlaði vinir sínar til páskamáltíð var tað fyri at minnast, hvussu Gud leiddi Ísraelsfólk út úr Egyptalandi.

Meðan teir sótu og ótu, innsetti Jesus heilagu kvøldmáltíðina (altarborði), sum vit eisini kunnu vera partur av, og soleiðis minnast hann.

Nú eru aftur páskir – týdningarmesta hátíðin í kirkjuárinum. Páskirnar eru framvegis eitt gott høvi at koma saman og minnast, hvussu Gud eisini greip inn í okkara lív.

Tí leggja vit her á Trúboðnum nakrar andaktir út, sum eru ætlaðar familjum. Í dag koma fimm tær fyrstu andaktirnar, sum er ætlaðar frá leygardegnum fyri pálmasunnudag og fram til og við mikudagin í stilluviku. Tá koma hinar fimm andaktirnar, sum eru ætlaðar frá skírhósdegi og til og við 2. páskadag.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, hevur skrivað andaktirnar. Edvard Poulsen, miðlaleiðari, hevur umsett.

Tú kanst taka fimm tær fyrstu andaktirnar niður her.

LES EISINI  At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina