Tak ímóti avmarkingum sum eini gávu

Lívið í 21. øld bjóðar óavmarkaðar møguleikar at fylla tíðina, og fleiri av hesum møguleikum eru góðir. Alt frá yvirarbeiði og sjálvbodnum arbeiði til uttandura ítrótt og serstøkum tilboðum til børn. Vit hava fleiri og fleiri møguleikar at fylla okkara kalendara. Vit arbeiða yvir fyri at fáa eitt betur arbeiði, eru partur av enn eini nevnd fyri at tæna í meinigheitini og hjálpa børnunum við skúlatingum. Vit fylla okkara skema, tí vit halda, at meira er betur. Men, er tað so?

Um vit kanna eftir, so vita vit, at vit eru avmarkaði og hava avmarkaða orku og einans 24 tímar í hvørjum døgni. Men vit gera alt fyri at flyta hesi mørk. Í eini roynd at kroysta alt inn kunnu vit gera skaða bæði á okkum sjálvi og okkara familju. Vit slíta okkum upp við at fylla næstan allar tímarnar, vit eru vakin, fyri at vera frammanfyri ella bara at fylgja við. Eiga vit at liva soleiðis? Hvat sigur Bíblian um mørk ella avmarkingar?

1. Mørk vóru áðrenn syndafallið

Ádam hevði somu avmarkingar sum øll menniskju. Tað var avmarkað, hvussu høgt hann kundi hoppa, hvussu nógv hann kundi eta og hvussu nógv hann kundi gera. Hóast hann var skaptur í Guds mynd, so var hann ikki Gud. Gud var Skaparin og Ádam var skapningurin. Gud skapti jørðina og Ádam arbeiddi við henni.

Hóast synd ikki var til staðar í Edens aldingarði, so vóru kortini mørk. Hetta sigur okkum, at einki samband er ímillum mørk/avmarkingar og synd. Tað var tilvitað, at Gud skapti okkum við avmarkingum.

Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit.
Sl.139,14

Sum Dávid orðar tað: “Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit.” (Sl. 139,14). Í sínum vísdómi og kærleika avmarkaði Gud okkara evni og orku, okkum til góðar. Gud elskar okkum, og hevur skapt okkum við avmarkingum fyri at hjálpa okkum, ikki at skaða okkum.

2. Tað fullkomna menniskjað hevði avmarkingar

Tá ið Jesus kom til jarðar sum eitt menniskja, avgjørdi hann at liva við teimum avmarkingum, sum eitt menniskja í fyrstu øld í Ísrael hevði. Tá ið Jesus hevði møguleikar at flyta menniskjaligu avmarkingarnar, so gjørdi hann tað sjáldan. Hugsa um mannmúgvurnar sum samlaðust, tá ið Jesus grøddi tey sjúku. Hann grøddi summi, men ikki øll. Hugsa um teir eyka tímarnar, sum hann kundi undirvíst lærusveinunum. Ístaðin svav hann. Hann hvíldi seg, át og drakk. Hann kundi gott verið byrjaður uppá sín gerning áðrenn hann gjørdist 30 ára gamal. Kortini, so ferðaðist hann runt, undirvísti og gjørdi væl í einans trý av hansara 33 árum á jørðini. Aftur og aftur setti Jesus mørk fyri sær sjálvum, livdi undir avmarkingum og undirgav seg tær. Hann ferðaðist í náði, nøgdsemi og møguleikanum at tillaga seg, hóast avmarkingarnar. Umframt hetta gav hann sær stundir til at verða avbrotin og at taka sær av menniskjum.

3. Gud brúkar avmarkingar fyri at minna okkum á, hvørji vit eru og hvør Hann er

Í Jákupsbrævinum 4,14 fáa vit eina áminning, sum ger okkum eyðmjúk. “Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur.” Gud hinvegin er…hin sæli og eini alvaldi, kongur konganna og drottur drottanna…, hann sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í óatkomandi ljósi, hann sum eingin menniskja hevur sæð og heldur ikki kann síggja (1. Tim 6, 15b-16a). Vit eru veikir skapningar, sum eru púra bundnir av hjálp. Gud er sjálvuppfyllandi, heilagur, óendaligur Skapari, sum hoyrir hvørt róp um hjálp.

Vit eru mangan stolt, og hava tí lætt við at gloyma hetta sambandið. Men vit verða mint á okkara avmarkingar, tá ið vit bíða eftir regni, soleiðis at avgrøðin kann vaksa. Somu avmarking kenna vit, tá ið vit um kvøldið troytt og móð av degnum leggja okkum at sova, tí okkum tørvar hvílu. Tá ið vit hyggja eftir stjørnuhimmalinum, verða vit mint á Guds stórleika. Vit síggja milliardir av stjørnum og verða mint á allar milliardirnar av bæði fólkum og djórum, sum Gud hvønn dag føðir.

Vit hava tørv á Gudi, meðan Gud er tann sum uppiheldur. At vita hetta uggar okkara troyttu sál, eins og styrki og reystleiki hjá einum foreldri uggar barnið. Okkum tørvar ikki at planleggja og stríðast hvørja løtu. Vit kunnu slappa av og hava álit á Guds kraft og vita, at hann er altíð til verka.

4. Gud brúkar avmarkingar at leiða okkum

Heldur enn at trýsta á okkara avmarkingar í vanvirðing, kunnu vit síggja okkara avmarkingar sum leiðreglur, sum skulu hjálpa okkum at taka avgerðir innan Gudsríkis arbeiði. Vit kunnu síggja okkara gudgivnu avmarkingar sum eitt trygdarnet rundanum okkara hvílu, trygd og trivna. Trygdarnetið er ikki nakað, sum vit skulu kleyra niður ella stíga upp um, men heldur fevna og taka ímóti.

Um vit síggja avmarkingar sum eina verju, so hugsa vit øðrvísi, tá ið talan er um, hvussu vit brúka okkara tíð og orku. Kann tað hugsast, at tín mótvilji at standa á odda fyri at bíbliubólkurin møtist, einki hevur við títt hjarta at gera, men heldur er eitt tekin um, at tú hevur tørv á einum steðgi frá at leiða? Kann tað vera, at møðin hjá tínum børnum, tá ið vikan er liðug, í veruleikanum er eitt bønarsvar um vísdóm til, hvat tey skulu gera í frítíðini? Ella, øvugt, kann tað hugsast, at tann gleði og orka, sum tú fært, tá ið tú hevur sunnudagsskúla er ein ábending um, hvussu Gud leiðir teg at tæna í meinigheitini?

Vit hava øll okkara avmarkingar og vit kunnu ikki síggja burtur frá teimum. Avmarkingarnar eru ikki eitt tekin um synd, men ein áminning um, at vit eru menniskju. Avmarkingarnar eru ein kærleiksgáva frá okkara Faðiri í Himli. Steðga á og hugsa um tínar avmarkingar, um tær eru kropsligar, kensluligar ella tengdar at umstøðum sum veðri ella øðrum. Tak ímóti tínum avmarkingum og bið Gud um at skapa trúgv, álit og vísdóm í tínum hjarta at liva eitt lív innanfyri tínar avmarkingar.

Kelda: thegospelcoalition

Skrivað hevur: Christine Gordon

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina