Takk Gretha
Ikki vardi tað meg, tá eg sunnudagin 3. mars vitjaði teg á Sambýlinum í Vági, at eg ikki skuldi síggja teg aftur her. So mikið dýrabarari kennist løtan at hugsa aftur á, har vit sótu og tosaðu saman. Týðiligt var at merkja títt takksemi til Guds fyri lívið, fyri familjuna, fyri vinir, og síðstu árini fyri hjálp frá heilsuverki og fyri at tú kundi búgva á Sambýlinum. Tíni hjartamál komu skjótt upp at venda í prátinum. Tá løtan skuldi endast, varð eitt Guds orð lisið, og so bóðu vit bæði saman fyri tínum, mínum og okkara felags hjartamálum og løgdu tey trygt í Jesu hendur. Løtan staðfesti Jesu orð um, at “har, sum tvey ella trý eru komin saman í mínum navni, har eri eg mitt millum teirra”. Klemmið, eg fekk frá tær, merki eg líkasum enn.
Tí var tað við sorgblídni, men samstundis við stórari tøkk og virðing, at eg var til tína jarðarferð í Vági mikudagin 10. apríl. Eg og mong við mær takka Gudi fyri teg. Takk fyri, at tú vart tú og ongantíð hevði nóg mikið í tær sjálvari. Tú livdi ikki fyri teg sjálva, so tú fyrst spurdi, hvat tær tørvaði ella hvat tú ynskti, men vart livandi upptikin av, hvat familjan, næstin og Guds ríki tørvaði. Tað var ein menniskjalig dygd og ein ávøkstur av samlívinum við Jesus.
Tú vart heit, vinarlig, hjartagóð, gestablíð, hjálpsom og livandi upptikin av, hvussu børnini, verbørnini, ommubørnini, langommubørnini og familjan annars hevði tað. Tú vart eisini livandi upptikin av arbeiðinum í Guds ríki, og tað bæði í kirkjuni, í Meinigheitshúsinum og so ikki at gloyma í Sjómansmissiónini, og tað bæði innanfyri og uttanfyri 200 fjórðingar.
Tú vart umgird av sjófólki frá barni av, og tí vaktist tíðliga tín áhugi fyri arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Tú fórt upp í sjómanskvinnuringin longu í 1959, og í 1983 fórt tú inn í leiðsluna. Í 1987 gjørdist tú forkvinna í ringinum og var tað, heilt til tú nú fekk ferðaboð, hóast tú síðstu árini vegna sjúku ikki altíð kundi koma saman við ringinum.
Tú saknaði nógv tín kæra mann Paula, sum tú misti í 2009. Saman við Paula skapti tú eitt trygt og gott heim, sum familjan og mong onnur hava notið gott av. Tykkara seks børn og familjur teirra fyltu hjarta títt við tøkk, gleði, stoltleika og undran.
Góða Gretha! Nógv annað kundi verðið skrivað um teg og lív títt, nú tú, sum 81 ára gomul, fekk boð um at koma heim – heim til Jesus. Hervið vil eg siga tær hjartans tøkk fyri kærleika, samstarv, ból og bita, umsorgan og áhaldandi forbøn fyri sjómansmissiónini og fyri mær og mínum. Takk fyri, at tú vart ein av berarunum av arbeiðinum og tað bæði andaliga og handaliga. Jesus segði, at “tann, sum verður í mær og eg í honum, hann (hon) ber miklan ávøkst” (Jóh 15,5). Gretha, tú var í Jesusi, og hann var í tær, tí ber lív títt ávøkst.
Tú var bæði stolt og fegin, tá tú í september í 2016 gavst mær súreplir av trænum í vakstrarhúsinum omanfyri húsini hjá tykkum, sum myndin sýnir. Takk Greta Lassen!