Tann gamli boðskapurin kann eisini sigast við nútíðar myndum

Seinasta leygardag vóru stívliga 100 sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar á ráðstevnu í Leguhúsinum í Nesvík, har tey serliga settu sjóneykuna á søgur og visuellar hjálparmiðlar í boðanini fyri smáum og stórum børnum. Tey fingu bæði dømi um ítøkiligar hjálparmiðlar og íblástur til at arbeiða við egnum søgum og myndum.

Avbjóðingin fyri sunnudagsskúlan og juniorarbeiðið (eins og so nógvar aðrar arbeiðsgreinar) er, at nútíðarmenniskjað so at siga “lurtar við eygunum”. Tí vit – eisini børnini – fáa so stóran part av tí boðskapi, sum vit tilogna okkum, gjøgnum sjónvarpsskíggjar, telduskíggjar og telefonskíggjar. Samstundis hava vit ein “gamlan” og tíðarleysan boðskap um Jesus Kristus at bera.

Umráðandi at arbeiða við myndum, søgum og lutum

Á leiðararáðstevnuni leygardagin undirvísti Torben Østermark, evangelistur og landsleiðari fyri donsku Friluftsmissionen, út frá sínum drúgvu royndum við at bera kristna boðskapin fram fyri fólki, ið lítið og einki kenna til boðskapin frammanundan, og har tað tí hevur stóran týdning, at munnligi parturin verður stuðlaður av nøkrum áhugaverdum fyri eyguni.

LES EISINI  Hvat er ein rættur maður? Mannfólkavikuskifti í Nesvík um góðar tvær vikur

Fyrrapartin hevði Torben tveir fyrilestrar, har hann fyrst nevndi mong dømi um, hvussu bæði profetar í Gamla testamenti og Jesus í Nýggja testamenti fortaldu søgur, brúktu myndatalu og eisini brúktu “rekvisittir” fyri at gera boðskapin sjónligan. Út frá hesum dvøldi Torben á ein stuttligan hátt við, hvat tey, ið skulu bera sama boðskap fram í dag, kunnu læra av hesum. Hann gav ítøkilig ráð og íblástur til at arbeiða við bæði søgum, myndatalu og sjónligum lutum. Torben megnaði at venda tí stóru avbjóðingini, at so gott sum øll børn í dag hyggja sera nógv í alskyns skíggjar, til møguleikar at fortelja teimum ta bestu søguna av øllum.

Gevandi verkstovur

Eftir ein góðan døgurða kundu luttakararnir velja millum fýra verkstovur, harav Torben stóð fyri tveimum, og Annelisa Rasmussen og Kristian Martin Petersen høvdu hvør sína. Í fyrru verkstovuni hjá Torben lærdi hann luttakararnar at brúka nøkur ítøkilig visuell hjálparamboð, og í tí seinnu vísti hann luttakarunum, hvussu nógvan boðskap ein kann fáa burturúr einum einstøkum pappírsarki.

LES EISINI  Sjálvbodna arbeiðið er farið í gongd - øll kunnu vera við

Verkstovan hjá Kristian Martin snúði seg eisini um at fanga lurtaran við tí góðu søguni og at møta børnunum í eygnahædd, eins og Jesus gjørdi. Annelisa kom hinvegin inn á dagligar leiðsluavbjóðingar í sunnudagsskúlanum, um at fáa fólk við sær, motivera og skapa eina felags kenslu og ognarskap.

Tilsamans fýra sera viðkomandi verkstovur, áðrenn ta fimtu og síðstu, sum var ein sangløta, har allir luttakararnir sungu bæði kendar og minni kendar sunnudagsskúla- og juniorsangir saman. Her høvdu fyriskipararnir fingið sprelsk og sangglað vágafólk at skipa fyri og fáa lív í fjøldina.

Slík ráðstevna umleið annaðhvørt ár

Tað er umleið annaðhvørt ár, at samskiparin fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini saman við landstoyminum skipar fyri slíkari leiðararáðstevnu. Hetta var ikki fyrstu ferð, at ráðstevnan var í Leguhúsinum í Nesvík, men hetta er fyrstu ferð, síðani nýggja høllin kom, og júst kombinatión við eini høll, einum matarsali og so rúmliga og hugnaliga felagsøkinum vísti seg at rigga sera væl til slíkar ráðstevnur. Høvdu tað verið dupult so nógvir luttakarar ella fleiri, hevði tað ikki gjørt mun.

LES EISINI  TEY NÁDDU TAÐ !!!

Leiðararáðstevnan var ókeypis fyri luttakararnar, samstundis sum nakrir góðir stuðlar eru, bæði missiónshús og fyritøkur. Tí – og tað nam Andrias Magnussen, aðalskrivari, eisini við, tá hann setti stevnuna – tey, ið læra tey minstu um Jesus, gera eitt tað týdningarmesta arbeiðið av øllum í Guds ríki, kanska ofta uttan at merkja so stóra viðurkenning.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina