Tempul fyri Óðin og Tór

Ásatrúgvandi í Íslandi eru nú í ferð við at byggja eitt tempul nakað uttanfyri Reykjavík. Tað eru um 2400 fólk í Íslandi, ið liva eftir gomlu norrønu ásatrúnni. Tey hava eisini sínar egnu høvuðsprestar, sum skulu gera offurhandlingar í templinum.
– Í fyrsta umfari haldi eg, at tey flestu, sum taka undir við ásatrúnni og eru humanistar og ateistar, gera tað av mentanarligum orsøkum. Ofringarnar verða helst fyri tað mesta sjónleikur, sigur Guðbjørn Ó. Zophoníasson, fyrrverandi bibliuskúlalærari og evangelistur í Íslandi.
– Men tá tað er sagt, so hevur New Age rørslan staðið sterk í Íslandi, so eg meti, at templið kann hava ein andligan týdning fyri nøkur, sum kanska eru hægri upp í ásatrúnni, leggur hann afturat.
Tað sama sigur høvuðspresturin fyri norrønu gudarnar í Íslandi, Hilmar Ó. Hilmarsson við Reuters.
– Eg rokni ikki við, at nakar trýr uppá ein einoygdan mann, sum ríður á einum hesti við átta beinum. Vit meta hetta sum ein ‘poetiskan metafor’ og eina staðfesting av náttúrunnar kreftum og menniskjaligari sálarfrøði, sigur hann.
Trúgvin á norrønu gudarnar hvarv í Íslandi og í stórum pørtum av Evropa fyri umleið 1000 árum síðani, tá kristindómurin gjørdi innrás. Men ásatrúgvin fekk endurreisn fyrst í sjeytiárunum, tá ung fingu áhuga fyri New Age, og ásatrúgvin varð viðurkend sum almenn religión í 1973, skrivar Udfordringen.