Tey kristnu á Sri Lanka stúra framvegis eitt lítið ár eftir yvirgangsálopini

Tá kristin á Sri Lanka á páskum í fjør vórðu rakt av yvirgangsálopum frá víðgongdum og harðrendum muslimum, var tað fullkomiliga óvæntað. Tað greiðir Yamini Ravindran, leiðari fyri løgfrøðiligu deildina hjá felagsskapinum ”Evangeliska Alliansan” á Sri Lanka, frá.

Hóast tað ikki er langt síðani, at borgararnir á Sri Lanka kundu leggja 30 ára borgarkríggj aftur um bak, vóru tey so smátt farin at venja seg við eitt lív uttan blóðigan harðskap.

Fyrsta óseka ættarliðið

– Tey børn, sum vóru offur fyri páskaálopunum, hoyrdu til tað, vit kunnu nevna ”fyrsta óseka ættarliðið.”

Tí kríggj, skilnaður og harðskapur var ikki partur av teirra gerandisdegi, sigur Yamini Ravindran.

Hon greiðir frá, at álopini hava lagt eina angistpsykosu eftir sær í kristna samfelagnum, sum hevur havt stóra ávirkan á kristnu kirkjuna í landinum. Fyrstu vikurnar eftir álopið vóru bæði katólskar og evangeliskar kirkjur stongdar, og nógvir skúlar vórðu eisini stongdir av trygdarávum. Men nú tað skjótt er eitt ár, síðani álopið fór fram, eru broytingarnar framvegis eyðsýndar fyri tey kristnu á Sri Lanka.

LES EISINI  Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi bíðar nú eftir avgerðini í hægsta rætti

– Trygdareftirlit er uttanfyri skúlarnar, og kirkjurnar noyðast eisini at hava vápnað vaktarfólk, og ein skal gjøgnum trygdareftirlit fyri at sleppa inn á kirkjunnar øki, greiðir Yamini Ravindran frá og heldur fram: – Men eisini aðra staðni í samfelagnum eru fleiri hermenn til staðar, ið verja fólk og leita eftir spreingievnum.

Stúrin fyri trygdini

Yamini Ravindran sigur, at fleiri kristin eru vorðin likamliga tarnað og ongantíð aftur fara at vera før fyri at ganga, síggja ella gera nakað sjálv, av teimum skaðum, tey fingu undir álopinum.

– Lív teirra er sjálvandi varandi broytt, men óttin og kenslan av tí ókenda, at vit eru stúrin um trygdina og framtíðina hjá okkara familjum, børnum og teimum, sum vit elska, situr í øllum øllum.

Samstundis eru trygdarreglurnar hjá stjórnini, sum kort síðani vórðu settar úr gildi eftir 30 ára borgarakríggj, nú aftur settar í gildi.

Tað hevur við sær, at serliga tær evangelisku kirkjurnar skulu svara nógvum spurningum, og tær verða bidnar um at upplýsa smálutir um gudstænasturnar. Og teir upplýsingar, sum vit skulu geva, eru av slíkum slagi, at teir kunnu verða brúktar móti kirkjunum í framtíðini, sigur Yamini Ravindran, sum samstundis stúrir, tí at alt hetta hevur havt við sær, at nakrir víðgongdir bólkar nú bera seg sterkari at og við størri sjálvsáliti.

LES EISINI  Døtur Asia Bibi hava leitað sær friðskjól í Kanada

Hjálpin úr Føroyum kom væl við

Eftir álopið í fjør savnaðu føroyingar meira enn 70.000 krónur inn í stuðli til ofrini á Sri Lanka. Peningurin varð fluttur víðari gjøgnum Evangelisku Alliansuna í Danmark. Yamini Ravindran er sera takksom fyri tann stuðulin, sum Evangeliska Alliansan á Sri Lanka fekk eftir álopið.

– Vit hava brúkt hvørja einastu krónu, sum vit fingu, til at uppmuntra, stuðla og lyfta lívsgóðskuna hjá hesum viðkvomu ofrunum,

sigur Yamini Ravindran at enda. Hon er eisini leiðari fyri verkætlanina ”MinorMatters”, sum seinasta mánað fekk heiðurslønina hjá ST “Intercultural Innovation Award”. MinorMatters er ein verkætlan, sum Evangeliska Alliansan rekur fyri at fremja trúarfrælsið á Sri Lanka, við tí endamáli at vinna á ótta og samanbrestum í samfelagnum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina