The Chosen: nýggjar upptøkur verða gjørdar.

Tvær tær fyrstu røðirnar av The Chosen hava verið sera væl umtóktar kring heimin. Og nú eru góð tíðindi at frætta hjá teimum, sum í spenningi bíða eftir triðju røð. Filmsliðið hevur gjørt sær dælt av einum longri steðgi í upptkøkunum til at flyta upptøkustað. Upptøkurnar eru nú byrjaðar aftur. 

Um tú ikki kennir The Chosen , so burdi tú lisið ummælið, sum vit høvdu her á Trúboðanum fyrr í ár.   

Í triðju røðini møta vit bæði gomlum kenningum og nøkrum nýggjum sjónleikarum, tá ið vit síðst í árinum kunnu seta okkum væl tilrættis framman fyri skermin og hyggja eftir The Chosen. Allir tólv lærusveinarnir eru nú samlaðir. Keldur vilja vera við, at søgugongdin fyrst og fremst tekur støði í tí, sum hendi runt Genesaret vatnið. 

Upptøkurnar verða gjørdar í Texas. Framleiðslutoymið hevur fingið pláss á einum legustaði, sum Frelsunarherurin eigur. Har er bygt eitt stórt ljóðstudio, sum í veruleikanum er stað størsta ljóðstudio, sum nakrantíð er bygt til eina einstaka framleiðslu. Umframt hetta, so eru eisini hús bygd, sum skulu líkjast einum býi á Jesu døgum.  

LES EISINI  Verður “størsti filmurin í heimssøguni”

Hvat kunnu vit gleða okkum til? 

Ein av teimum fyrstu stóru brotunum, sum eru upptikin, eftir at filmsliðið flutti stað, er undrið, tá ið Jesus mettaði 5000 fólk við einum matpakka frá einum dreingi. Væntandi vera uml. 12.000 sjálvbodnir statistar við í upptøkunum, sum taka fýra dagar. Fjepparar úr meira enn 36 londum hava boðað frá, at teir vera við. Tann yngsti er 7 ár og tann elsti 91 ár. 

Tíðindini vilja eisini vera við, at í triðju røð fer onkur at ganga á vatninum. 

Leikstjórin, Dallas Jenkins, ávarar um, at hyggjarin fer at gerast bilsin.  

“Í hesi røð eru fleiri sterkar løtur, nógvir ymiskir træðrir, sum ikki verða samlaðir, meðan aðrir træðrir frá undanfarnu røðum verða samlaðir” segði leikstjórin, Dallas Jenkins, í einum video á YouTube. “Okkara endamál er ikki bara at yvirraska og gera fólk bilsin” segði Jenkins og vísti á eina óvæntaða broyting í einum væl kendum persóni. “Hyggjararnir síggja tað og siga: Áh, hatta ger meg bilsnan. Men so hugsa teir eisini, at eg síggi væl, hví hatta hendi og eg síggi, hví persónarnir høvdu tað soleiðis. Eg hevði møguliga havt tað eins og teir. Og tað er júst hetta, sum sendirøðin er um.” 

LES EISINI  Minnist tú filmarnar um jól og advent frá Bibelproject?

Fleiri av sjónleikarunum hava eisini sagt, at teir vænta at triðja røðin veruliga fer at ávirka tey, sum hyggja eftir henni. Jordan Ross, sum spælir lítli Jákup heldur, at hetta fer at fáa hyggjararnar til at hyggja inn í seg sjálvar og rannsaka sína trúgv. “Hendan røðin kemur at ávirka hyggjarnar og noyða teir at seta sær sjálvum nakrar truplar spurningar. Eg haldi, at list og serliga trúarlist avbjóða hyggjararnar. Í hesi røð eru eisini fleiri “feel-good” løtur, men tað eru eisini fleiri løtur, har hyggjarin verður noyddur at hyggja seg sjálvan í speglið og siga: Áh, havi eg gjørt hatta? Havi eg hugsað hatta? Havi eg havt tað soleiðis? segði hann. 

Jordan Ross avdúkar eisini, at júst hansara persónur, lítli Jákup, fær ein størri leiklut í komandi røðini. 

The Chosen hava givið tvey nýggja video út, har farið verður afturum myndatólið og sjónleikarar og onnur greiða frá hesum. Í hesum báðum video-brotunum verður lagt upp til nakað spennandi og óvæntað. Tú kanst hyggja eftir brotunum her: 

LES EISINI  Ummæli: The Chosen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina