Tíðindaskriv: Ársfundur hjá Bróðurringinum á havinum
Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í Missiónshúsinum í Hvalba leygardagin 2. Septembur og sunnudagin 3. septembur 2023 við hesi dagsskrá:
Leygardagin 2. sept. kl.15:00: Limafundur í Missiónshúsinum í Hvalba. Dagsskrá sambært lóg felagsins.
Kl.18:00. Bønarmøti.
Kl.19:00. Alment møti. Josvein Hovgaard, Porkeri talar og Henning Stenberg, Porkeri endar. Streingjakórið í Porkeri luttekur við spæli og sangi.
Sunnudagin 3. sept. Kl.12:00 Guðstænasta í Hvalbiar kirkju. Hanus Pál Jógvansson prestur prætikar.
Kl.18:00 Alment møti. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari talar. Mannsbólkurin í Suðuroynni luttekur við spæli og sangi. Líggjas Blábjørg endar.
Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.
Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15.
v/ Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum.