Tøkk fyri sýnda samkenslu
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma
Gretha Sólbjørg Lassen í Vági
andaðist og bleiv jarðað.
Takk fyri alla ta stóru hjálp og umsorgan, sum bleiv víst okkum, bæði í kapellinum, umborð á Smyrli og tá vit komu suður.
Eisini vilja vit takka øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum og komu við kakum; uttan tykkara hjálp høvdu vit ikki formátt okkum nógv.
Takk til Ljóm og Orðið á borðið fyri tykkara vakra sang. Takk fyri gávur til kirkjuna, til Hamragarð fyri hjálpsemi, og ein serlig takk fyri ta umsorgan, sum bleiv víst henni á Eldrasambýlinum og á B7.
Takk øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Agnes, Elisabeth, Dora, Eli, Sivar og Oluffa v/fam.