TØKK

Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaðu foreldur, verforeldur, abbi og omma

Ámundur Berthelsen & Jóhanna Berthelsen

f. 3. august 1935, d. 20. januar 2019     f. 23. september 1934, d. 21. juli 2019

doyðu og vórðu jarðað.

Takk til starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri umsorgan og røkt tey árini, tey búðu har.

Takk til øll tykkum, sum hjálptu til við kórseting og jarðarferð: Kirkjutænarar, talarar, sangarar, tónleikarar og gravari; og tit, sum hjálptu til við ervinum.

Takk til Sjóvar kommunu fyri hjálp, stuðul og lán av Bygdahúsinum.

Takk fyri góðar minnisgávur til Missiónshúsið á Strondum og Leguhúsið í Nesvík.

Takk fyri heilsanir og minningarorð.

Takk tit øll, sum fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldarstað.

Familjunnar vegna

Suffía, Kristianna, Jensina, Simona, Annelisa og Ásbjørn