Tóku kirkju niður “vegna fyrilit fyri hinduistiskum Feng Shui”
Summi kenna “Feng Shui” sum innrættingarreglur úr Kina, men tað er annað og meira uppá spæl – eisini í indisku útgávuni.
Víðgongd hindutrúgvandi tóku ein kirkjubygning í Suðurindia niður 9. januar, tí hann gjørdi seg inn á reglurnar í teirra útgávu av Feng Shui. Tað skrivar Morning Star News.
Sambært teimum, ið lupu á, stríddi tað ímóti reglum í hinduismuni, at kirkjan lá á vestursíðuni í býnum.
Hinduistiska útgávan av Feng Shui, Vastu Shastra, hevur reglur fyri arkitektur og býarskipan. Kirkjubygningurin í bygdini Narnepadu í landslutinum Andhra Pradesh lá skeivt í mun til hinduismuna. Tað søgdu leiðarin í bygdini og maður hennara á einum fundi millum hindutrúgvandi og kristin tann 9. januar.
– Tann morgunin ringdi maðurin hjá leiðaranum í bygdini til prestin í kirkjuni, Koteswara Rao, og bað hann vera við á fundinum fyri at umrøða málið. Rao bar seg undan við tí grundgeving, at hann hevði nógv um oyruni allan dagin, men hann hevði tíð dagin eftir, greiðir Konda Lazarus, prestur í Narnepadu, frá. – Tað leyp øði í mannin, so at hann gav ættarbólkinum boð um at taka kirkuna niður.
Meinigheitin leigaði ein skúr í bygdini í 2017, men tá savnaðu fólk úr ættarbólkum og hindutrúgvandi úr høgum kastum meira enn 100 undirskriftir inn móti kristnum gudstænastum í økinum. Síðani keypti meinigheitin eitt grundstykki í sama øki, so tey kundu byggja eina kirkju, og í desember í fjør byrjaði Rao, prestur, so at halda gudstænastur aftur.
Sambært Lazarus presti eru mong í bygdini analfabetar, sum einki vita um kristindómin og heldur ikki fyrihalda seg kritisk til hugsanirnar, sum embætismenninir á staðnum hava.
– Um teir elstu halda, at tað er nakað ónt at hava eina kirkju móti vestri, so er tað nakað ónt. Tey spyrja ikki, hvat liggur aftanfyri, sigur Lazarus.
Kirkjunnar leiðsla kærdi niðurtøkuna til løgregluna í Mupalla. Ein hindu-leiðari bað prestin lata vera við at melda málið og í staðin avgreiða málið í sátt og semju.
– Men áleypsfólkini hava ikki víst tekin um angur, greiðir Lazarus prestur Morning Star News frá.
– Orðaskiftið hevur ikki ført til nakað positivt úrslit. Tí vóna vit, at løgreglan skrivar eina frágreiðing og ger eina reiðiliga kanning, sigur hann.
Morning Star News nevnir fleiri dømi um, at hindutrúgvandi leypa á kristin ella gera seg inn á tey. Men um tey kristnu kæra til løgregluna, er vandi fyri, at tey fáa nýggjar trupulleikar, og ákæran kann verða vend móti teimum sjálvum.
Víðgongd hindutrúgvandi í India eru vorðin djarvari, síðani Narendra Modi kom framat valdinum í mai 2014, halda eygleiðarar. Flokkurin hjá Modi er ímóti teimum, sum ikki eru hindutrúgvandi, og tað hevur havt fleiri álop móti kristnum við sær síðani 2014.
Kelda: Udfordringen