TRÍFALT SO NÓGVIR JESUS-TRÚGVANDI JØDAR
Talið á jødum í Ísrael, ið hava tilknýti til messianskar samkomur er trífaldað hesi seinastu gott 20 árini. Í 1999 varð talið kortlagt á fyrsta sinni av Caspari Center, ið verður rikið av norsku Ísraelsmissiónini.
“Í 1999 vóru umleið 5000 fólk knýtt til samkomurnar. Í dag er hetta talið vaksið til 15.000” sigur David Serner sambært norska Dagen. Hann starvast dagligt sum danskur prestur í Jerúsalem og hjá Caspari Center, har hann hevur skipað nýggju kanningini, ið umfatar spurnarblaðs-kanningar og samrøður við leiðarum í teim flestu av teim 280 messiansku samkomunum í landinum.
Caspari Center metir ta messiansku rørsluna vera upp ímóti 20.000 fólk samanlagt, tá eisini verður roknað við teimum, ið ikki hava nakað tilknýti til eina samkomu.
IMPULS: 4 / 2022