Trúgv grøðir – Styrk heilsuna
Hesi seinastu 25 árini er læknavísindin byrjað at geva trúnni og týdningi hennara fyri okkara mentalu heilsu, alt størri ans. Hvørji úrslit er vísindin komin fram til.
Hesir spurningar verða her svaraðir av granskaranum, Niels Christian Hvidt. Hann er professari í andaligari og eksistentiellari umsorgan á granskingareindini fyri Almen Praksis á Syddansk Universitet.
Tá Niels Christian Hvidt tók sítt gudfrøðiliga doktarastig um tað kristna profethugtakið, byrjaði han so smátt at fáa áhuga fyri sambandinum millum undur, spontanar grøðingar og trúgv. Hetta leiddi han yvir í granskingarøkið trúgv og heilsa, har hann má sigast vera ein av undangongumonnunum á økinum. Tá hann byrjaði fyri 25 árum síðani hevði stórt sæð eingin granskað í trúgv og heilsu í Danmark, men nú er áhugin fyri hesum ómetaliga stórur.
Hví er vísindin byrjað at granska í trúgv?
– Vit eru farin at ivast meira um vísindaligu tilgongdina. Tað er í roynd og veru mangt og hvat, ið vísindin ikki við vissu kann geva okkum svar uppá.
Samstundis vístu røddir í 1990,unum og frameftir á, hvussu stóran týdning tað hevur at síggja menniskjað sum eina heild. Tessvegna gjørdist holistiska tilgongdin og sýnið á tað at vera menniskja og sjúklingur, alt meira vanlig fyri 20-30 árum síðani. Heimsheilsustovnurin, WHO hevur somuleiðis lýst menniskjaligu heilsuna sum eitt nógv meira fløkt mál, enn higartil hildið, har eksistensiel og andalig heilsa er týðandi liður í hesum, greiðir Niels Christian Hvidt frá.
Innan granskingina, sum Niels Christian Hvidt starvast við, eru tvey høvuðsøki. Tað eina er granskingin, ið staðfestir jalig úrslit av at praktisera eina trúgv, og hin er í hvønn mun sjúka og líðing ávirkar okkum til at leita okkum til trúnna. Hvat tí fyrsta viðvíkur, so er ein ørgrynna av kanningum, ið skjalprógva, at har er eitt samband millum trúgv, mentalan trivnað, sjúkuváða og lívslongd.
Trúgv kann forða sjúku
Kann trúgv verja okkum ímóti sjúku?
– Ja, tað eru í roynd og veru nógvar kanningar, ið týðiliga vísa, at trúgvin ger mun. Sjálvt tá tættir sum lívsstílur verðin drigin frá. Mong trúgvandi menniskju liva ofta eitt sunt lív, har tey hvørki roykja ella drekka. Men samlaða myndin er nógv størri enn bert lívsstílur. Vit kunnu staðfesta, at tað hevur eina ávirkan umframt lívsstíl hjá trúgvandi fólki. So, stutta svarið er, ja, trúgv hevur ein týdning, leggur Niels Christian Hvidt afturat.
Kann manglandi trúgv hinvegin gera okkum sjúk?
– Tá vit samanbera trúgvandi menniskju og ateistar, so sær tað út til, at har er ein samanhangur millum betur heilsu og átrunarliga sannføring. Ateistar hava ikki í sama mun menniskjaligt yvirskot sum religiøst trúgvandi, serliga tey, ið koma í kirkju. Tað er nakað, ið bendir á, at trúgvandi menniskju eru frammanfyri í stigum.
Trúgv sum ein styrki
Hitt granskingarøkið, ið Niels Christian Hvidt fæst við, er týdningurin á trúnni, tá ein longu er vorðin sjúkur. Her er eisini nógv, ið bendir á, at um so er, at ein er vorðin sjúkur og trýr á Gud og livir sum trúgvandi og hevur eina vón, so er lættari at klára seg ígjøgnum kreppur.
– Kanningar vísa sostatt, at trúgvin er ein sera stór styrki, og at trúgvandi rætt og slætt klára seg betur ígjøgnum kreppur, greiðir Niels Christian Hvidt frá og heldur fram:
– Tørvurin hjá dønum fyri andaligari umsorgan, tá teir eru vorðnir sjúkir, er eitt tabulagt øki. Men kanningar okkara vísa, at tann andaligi og eksistensielli tørvurin er til staðar hjá harra og frú Jensen í Danmark – og kanska eisini bráðtørvur viðhvørt.
Niels Christian vísir á, at tað innan læknastættina er eingin semja finst um, hvussu hetta øki skal handfarast í praksis, men hann heldur, at tað við støði í gransking av hesum kundi verið gagnligt at sagt til álvarsliga sjúk menniskju, at tað kann hava týdning at hava okkurt, ið kann bera ein ígjøgnum.
Kanningar vísa sostatt, at trúgvin er ein sera stór styrki, og at trúgvandi rætt og slætt klára seg betur ígjøgnum kreppur
Missur av stýring og kontrol gevur trúgv
Sæð sum eina heild hava tey innan sálarfrøðina sæð niður á tað at lata stýringina yvir í hendur Guds og hava í staðin eyðmerkt tað sum eitt slag av flýggjan. Men eisini her hevur vísindin flutt seg og er byrjað at síggja øðrvísi uppá og at viðurkenna, at menniskjað ikki kann alt sjálvt:
– Hví eru vit so lítið trúgvandi í Danmark? spyr Niels Christian Hvidt retoriskt og svarar sjálvur:
– Eg meini, tað er tí, danir uppliva eina sera víðfevnda stýring av øllum. Vit hava eitt sera trygt og væl skipað vælferðarsamfelag, ið tekur sær av okkum í øllum fasum av lívi okkara. Frá kanningum vita vit, at jú meira kontrol og stýring, tess minni átrúnað og trúgv. Um menniskju uppliva eina sterka stýring, so hava tey ikki tørv á Gudi. Men um vit gerast so sjúk, at ikki so frægt sum bestu læknar okkara kunnu hjálpa okkum, og at vit sostatt missa menniskjaligu stýringina, so kann trúgvin sjálvandi nakað annað.
Um menniskju leitaðu inn til ta styrki, trúgvin veitir, áðrenn tey kenna ein tørv á tí, so trúgvi eg, tey høvdu upplivað meira lívsgleði.
Kristus sum lækni
Um granskingin hevur fingið gudfrøðingin til at broyta sýnið á, hvat trúgv er, so snýr tað seg um, í hvussu stóran mun tað kann hava at hava eina trúgv upp á Gud í eini lívsins kreppu:
Trúgv er grøðing. Trúgv er lekidómur. Tað er júst her, ein finnur lívrunnið samband millum trúgv og heilsu
– Trúgv er ikki bert at vísa ein jaligan hugburð, men tað at knýta menniskju til ein hægri hugsanarhátt. Kanska snýr tað seg um, at vit er skapað í mynd Guds, og møguliga er tað júst tað sambandið, ið er grøðandi í sjálvum sær. Tað snýr seg ikki bert um at hava røttu trúnna fyri at gerast frelstur, men trúgv er eisini medisinsk. Trúgv er grøðing. Trúgv er lekidómur. Tað er júst her, ein finnur lívrunnið samband millum trúgv og heilsu. Í eini fatan av Kristusi, ikki einans sum Frelsari, men eisini sum lækni. Ein av mest vanligu fatanum av Kristusi í fornkirkjuni er Christus Medicus(Kristus lækni). Hon er komin til at fylla munandi meir í míni egnu fatan av trúgv.
Kelda: Udfordringen av Iben Tranholm