Trúgv og siðir – seinni partur
Augsburgska trúarjáttanin XVI: Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007.
”Um halgimennadýrkan læra tey, at tað er loyvt alment at minnast halgimenni, til tess at vit skulu taka eftir trúgv og góðu gerningum teirra samsvarandi kalli okkara…” (úr 21. grein).
”… Gud skapti menniskjað til at nøra seg, 1. Mósebók 1. Og tað stendur ikki í menniskjans makt at broyta skapanina uttan Guds serligu gávu og gerning. Tí eiga tey, sum ikki eru skikkað at liva ógift, at giftast” (úr 23. grein).
”Eisini kámast Guds boð og hin sanna gudsdýrkanin, tá ið menniskju hoyra, at einans munkarnir hoyra fullkomileikans stætt til (…) Tey hoyra, hvussu ógiftan verður lovprísað, og tí liva tey við ringari samvitsku í hjúnalagnum. Tey hoyra, at einans biddarar eru fullkomnir, og tí fáa tey samvitskubit av at eiga ognir og hava handil” (úr 27. grein).
Trúarfyrimyndir
“Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett…” (Hebr 12,1).
Tá ið Føroyar enn vóru katólskar, høvdu fólk ymisk halgimenni, sum høvdu sítt serliga andaliga pláss á oyggjunum. Fyrst og fremst Mariu moy, sum fólk dyrkaðu sum himnanna drotning og móður Guds, sum í einglakórinum bað fyri teimum kristnu. Men eisini sankta Brandan, Magnus jall, Þórlakk biskupp, Ólav Halga og Erlend biskupp nýttu fólk, eftir øllum at døma, sum forbiðjarar og verndarhalgimenni fyri teimum trúgvandi. Men við trúbótini fóru fólk burtur frá hesum. Ikki var hetta ein siður, sum kundi grundgevast út frá Bíbliuni, varð sagt.
Men nakað høvdu gomlu føroyingarnir tó fatur á; nakað, sum alt ov ofta verður gloymt á okkara døgum! Nevniliga, virðingin fyri teimum, sum gingu undan!
Har er einki skeivt í at fylgja í fótasporunum hjá teimum, ið standa sum trúarhetjur og fyrimyndir. Sjálvandi skulu teirra læra og gerningar metast út frá Bíbliuni; men tá tað er gjørt, so latið okkum fyri alt í verðini virða teirra vitnisburð! Latið okkum tí ikki gloyma søgu okkara! Hvørki ta fornkirkjunnar gudfrøðisligu søgu, Augustin, Luther, Kingo og Brochmann; og heldur ikki kristnu søguna í Føroyum við missiónsfedrunum, bíbliutýðarunum og sálmayrkjarunum.
Giftast ella ikki?
Stutt aftaná at eg var vorðin trúgvandi, hugsaði eg ofta um, at eg átti at liva lív mítt sum ógiftur og so bara tæna Kristi! Paulus sigur jú: ”Hin ógifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, hvussu hann kann toknast Harranum. Men hin gifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hann kann toknast konuni” (1 Ko7, 32-33).
Eg vildi bara so fegin liva eftir Guds vilja og bara tæna honum, alt eg kundi. Men tá eg møtti Lailu (konu míni), svunnu allar hesar hugsanir!
Men spurningurin stendur eftir: Hvat meinar Paulus við? Tá ið Paulus tosar um, at tað er betri at vera ógiftur, so haldi eg, at har eru tvær orsøkir til tað: fyri tað fyrra ein tíðarbundin áminning! Paulus sigur, at sum nú er (á Paulusar døgum) er betri at vera ógiftur, tí at í løtuni er tað so krevjandi et vera kristin! Og fyri tað seinna eru ymisk fólk útrustað til at liva eitt lív uttan konu/mann og børn. Hetta tykist at vera fólk, sum hava fingið eitt serligt kall eitt nú til missión.
Luther nevnir einaferð ein av góðu vinmonnum sínum, sum er úr Hollandi, at hann hevur fingið gávuna at vera ógiftur, tí hann skal heim aftur til Amsterdam at vitna um trúnna, og sannlíkt er, at hann ferð at doyggja av tí.
Tað sær út, sum at kallið at liva ógiftur oftast hevur nakað at gera við mótgang í síni tænastu í Guds ríki!
Altso er tað at vera ógiftur ikki nakað trúarfremjandi og halgandi í sær sjálvum. Bert í teimum viðurskiftum, ið hava við Guds kall at gera, kann tað vera neyðugt.
Fullkomileiki
Um tú fór í kleystur, livdi ógiftur og einki átti, men biddaði til lívsins uppihald, so nærkaðist tú tí fullkomna lívinum. Ja, so livdi tú nærum sum Jesus sjálvur. Ógiftuna hava vit tosað um, men hvat við fátækadøminum? Eiga vit sum kristin at taka frástøðu frá ríkidømi og materialismu? Jesus sigur: “Sæl eru tey fátæku!”
Latið okkum sláa eitt fast: Ríkidømi er ofta ein freisting burtur frá Gudi; men tað kann fátækadømi eisini vera. Hugsa bara um Jesu áminning í fjallataluni um ikki at stúra!
Hvør man stúra mest, hann sum hevur nógv ella hann, sum einki hevur? Eg hugsi: Báðir!
Men samstundis er nakað serligt við at eiga nakað; ella rættari sagt; hvussu man eigur nakað! Spurningurin er: tað, sum vit eiga, er tað hetta, sum vit knýta okkara lívsálit á, ella trúgva vit á Gud?
Einasta fullkomileiki, vit kunnu ognast her á jørð, er rættvísgeringin í Kristi! At vit uttan angist og stúran kunnu síggja fram ímóti Jesu afturkomu og gleðast um, at frelsa okkara er nær! Men tá ið hesin fullkomileikin er vorðin okkara, so eiga vit eisini at gera eftir áminningini, sum sigur: Lat einki taka Guds pláss, hvørki pengar, hús, kona ella nakað annað; men hav tað alt saman, tá tú hevur tað í takksemi til Guds – og sig Gudi takk!