Trupulleikin við sjálvtilnevndum profetum breiðir seg í Etiopia

Frá at hava verið ein trupulleiki í stórbýunum, breiðir tað seg nú eisini út til bygdaløgini.

 

Sjálvtilnevndir profetar og ápostlar eru vorðnir ein størri og størri trupulleiki í Etiopia. Fyrr hevur trupulleikin verið mest eyðsýndur í stórbýunum, har mong fólk eru, men tað nýggja er, at hetta nú breiðir seg til bygdaløgini, ella “country-side”, sum samstarvsfelagarnir í Etiopia kalla tað.

Í september vitjaðu Frede Ruby Østergård, aðalskrivari hjá danska útimissiónsfelagsskapinum Promissio, Simon S. Kristensen, samskipari fyri altjóða missión, og Christian S. Holmgaard, trúboðari, teir etiopisku samstarvsfelagarnar. Her greiddu teir frá trupulleikunum.

– Tað kemur óvart á, at hetta er komið so langt, og at hetta er ein av teimum heilt stóru trupulleikunum beint nú. Profetarnir út í bygdaløgunum eru ikki so ‘snildir’ sum teir í stórbýunum, men tað er støðugt eitt tekin um, at fyribrigdið breiðir seg.

Profetarnir selja millum annað ein hálvan litur av drekkivatni fyri 1.000 birr, sum er tað sama sum 250 krónur, og siga, at teir hava vælsignað vatnið, og at tað kann lekja alt,

sigur Frede Ruby Østergård og heldur fram:

LES EISINI  Útsendingargudstænasta á Skála leygarkvøldið

– Hetta vekur áhuga hjá fólki, sum hava tørv á framgong og lekidómi, men tað gerst eisini til eitt slag av trældómi, sum fólk koma sær upp í. Teir sjálvtilnevndu profetarnir og ápostlarnir draga mong menniskju til sín á hendan hátt, og hetta er ein háttur, sum Mekane Yesus-kirkjan ikki megnar, tí tey kunnu ikki lova teimum gull og grønar skógir. Her verður denturin lagdur á frelsaran Jesus, og tað, sum hann gevur teimum, sum trúgva á hann. Tað snýr seg ikki um fíggjarliga, persónliga ella heilsuliga framgongd, men um kærleika, vón og frelsu.

Í fongsul fyri at gera vart við ein trupulleika

Teir etiopisku samstarvsfelagarnir vóru sera tilvitaðir um, at tað framvegis er umráðandi at undirvísa og tilbúgva prestar, evangelistar og meinigheitir í tí luthersku gudfrøðini.

Á einum av skeiðunum var ein evangelistur í Mekane Yesus-kirkjuni vorðin varur við ein trupulleika í síni lokalu meinigheit, men tá hann gjørdi vart við hetta hjá leiðsluni, varð hann koyrdur í fongsul.

LES EISINI  Innsavnan til Liberia eydnaðist sera væl

– Hann hevði átalað, at tey í meinigheitini lótu ein og hvønn, sum kom á vitjan í kirkjuni, sleppa uppá prædikustólin – eisini teir sokallaðu profetarnar og ápostlarnar. Eftir hansara hugsan var tað skeivt. Men so koyrdu tey hann í fongsul, har hann sat í 12 tímar, áðrenn hetta varð fingið í rættlag. Seinni førdi tað tó til, at teir elstu í meinigheitini vórðu skiftir út, sigur Frede Ruby Østergaard.

Í Etiopia stuðlar Promissio gudfrøðiliga arbeiðinum hjá Mekane Yesus-kirkjuni við millum annað skeiðum, verkætlanini “Jesus til nýggjar býarpartar” og við undirvísingini hjá Christian S. Holmgaard á prestaskúlanum hjá Mekane Yesus-kirkjuni.

 

Kelda: Promissio

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina