– Trygt heim hevur stórt virði

Marius Jacobsen í Leirvík leggur dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at børn vaksa upp undir tryggum umstøðum og eiga eitt gott heim, har kærleiki valdar innanveggja.

– Sjálvur varð eg lærdur upp í tí góða, leiddur í kirkju og á møti, og hevði eitt gott og trygt heim, sigur hann.

Marius minnist eisini aftur á sunnudagsskúlan og tey fólk, sum høvdu hann.

– Tey, sum høvdu sunnudagsskúlan vóru ofta útróðrarmenn, sum kanska høvdu roynt alla vikuna, móðir og troyttir; men teir hildu sunnudagsskúla, og vóru á møti, áðrenn teir fóru avstað aftur sunnukvøld. Tí teir brendu fyri tí. 

Varð tikin til síðis
Marius hevur verið og er uppi í nógvum, og sjálvur heldur hann, at hann ofta hevur havt í so nógv at gera. Og í februar í fjør fekk hann eina ávaring, ella ‘var tikin til síðis’, sum hann sjálvur kallar tað.

– Tað, at verða tikin soleiðis til síðis eftir einari løtu og enda á sjúkrahúsi, og tú veit, at her kanst tú einki gera, tað gevur einum veruliga nakað at hugsa um og tað fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, og lívið verður sett í perspektiv. Tað er heilt víst.

 Les alla samrøðuna við Marius í Trúboðanum, sum er útkomin í dag.