Umstríddur sjónvarpsprædikumaður sigur seg hava slept “framburðsevangeliinum”

Sjónvarpsprædikumaðurin Benny Hinn, sum sjálvur gjørdist ríkmaður og oyðslaði við peningi, segði seg fyri kortum hava broytt sína gudfrøði. – “Framburðsevangeliið” spottar bæði Gud og gleðiboðskapin, segði hann. Tey atfinningarsomu ivast tó í, um talan er um so stóra broyting.

– Heilagi Andin er deyðatroyttur av tí. Gleðiboðskapurin er ikki til sølu. Guds signingar eru ikki til sølu. Undur eru ikki til sølu. Og framgongd er ikki til sølu, segði Benny Hinn næstseinasta mánadag í eini live-sending á facebook.

Benny Hinn hevur verið ein av sterkastu fortalarum fyri tí læru, at kristin hava rætt til grøðing og eitt nú kunnu “loysa út” signingar yvir sín privata búskap við at játta trúnna á framburð og við at geva tíggjund og geva prædikumonnum stórar peningagávur.

– Framburðsgudfrøðin er vorðin eitt sindur ør, og eg rætti mína egnu gudfrøði, og tað skulu tit øll vita. Tí tá eg lesi Bíbliuna nú, skilji eg hana ikki á sama hátt sum fyri 20 árum síðani, segði Hinn, meðan áhoyrararnir fagnaðu honum.

Hann legði afturat, at tað er at vanhalga Harran eitt nú at siga “Gev 1.000 dollarar”.

– Eg haldi, at tað er at vanhalga Heilaga Andan at seta ein prís á gleðiboðskapin. Eg eri givin við tí. Eg fari ongantíð aftur at biðja tykkum um 100 dollarar ella eina aðra upphædd, segði Hinn og legði afturat:

– Um tú ikki gevur, tí at tú elskar Jesus, lat so vera. Hasin lýsingarfidusurin ger meg ússaligan.

Eygleiðarar eru ivasamir

Boðanin hjá Benny Hinn hevur í mong ár verið fyri hvøssum atfinningum, og eygleiðarar eru eisini ivasamir, hvussu djúptøkin broytingin er.

– Tíðin fer at vísa, um hetta einans er ein lítil rætting, um hann ger tað fyri at fáa umrøðu, ella byrjanin til eina meira búna kós, segði Charles Self, professari í kirkjusøgu á prestaskúlanum hjá Assemblies of God (hvítusunnusamkomur).

Self vísti á, at Benny Hinn hevur vent framburðsevangeliinum bakið fyrr, bæði seint í fýrsunum og aftur tíðliga í nítiárunum, men síðani fór hann aftur at prædika framburð.

Amerikanska skattavaldið hevur tvær ferðir kannað fíggjarliga virksemið hjá Benny Hinn og øðrum kendum sjónvarpsprædikumonnum og -kvinnum. Táverandi formaðurin (í 2007) fyri fíggjarnevndina hjá senatinum segði seg vera skelkaðan av oyðslandi lívsstílinum hjá amerikanskum framburðsprædikantum og helt ikki, at skattavaldið gjørdi nóg mikið við at handhevja galdandi reglur móti óvanliga stórum samsýningum til leiðarar í átrúnaðarligum felagsskapum. Fyrra kanningin endaði tó í 2011 uttan at finna nakað avgerandi tilfar, og Hinn varð róstur fyri at samstarva við skattamyndugleikarnar.

 

Kelda: Udfordringen og Christianity Today

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina