Ung: Hvat skalt tú brúka komandi árið til?

Kanska tú longu hevur lagt ætlanir fyri komandi ár. Ella møguliga tú als ikki veitst, hvat fer at henda næsta ár. Her á Trúboðanum vilja vit fegin nevna nøkur góð hugskot fyri tær. Sum vil áður hava skrivað, so leitar Heimamissiónin eftir tveimum volontørum til komandi skúlaár.

Eitt annað gott hugskot, sum vit eisini kunnu viðmæla er at fara á háskúla. Júst nú er Bjarta Berthelsen á Børkop Højskole, og Katrin Bertholdsen og Silja Jensen eru á Luthersk Missions Højskole (LMH). Vit hava fingið eina videoheilsan frá teimum. Hygg eftir heilsanini niðanfyri, og bið Gud um at vísa tær, hvat hann vil, at tú skalt brúka komandi árið til.

Bjarta Berthelsen, Børkop Højskole
Síðst í videonum vísa Katrin Bertholdsen og Silja Jensen okkum runt á skúlanum