Ung vitna: Jónsvein Finsson

Eg eiti Jónsvein Finnsson, eg eri 30 ár og búgvi á Glyvrum.

Eg eri uppvaksin í einum kristnum heimi, altíð leiddur í kirkju, sunnudagsskúla og møti í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum. Í okkara heimi hevur altíð verið nógvur sangur, og sjálvur havi eg altíð sungið í kóri, fyrst í barnakóri, síðan ungdómskóri og so í kóri í øllum aldri.

Eg byrjaði sum forsangari til sunnudagsskúla og familjumøtir í Missiónshúsinum á Glyvrum,

tá eg var smádrongur. Tá røddin hjá mær fór í yvirgang í teenagaraárunum, gavst eg at syngja í umleið eitt ár.

Tá røddin var nøkulunda í ordan aftur, byrjaði eg spakuliga at syngja aftur. Tá fór eg at syngja fyri til ungdómsmøtir.

Í 2009 fór eg niður á ein eftirskúla, sum eitur Hedemølle Efterskole. Har kann ein hava ymiskar tónleikalærugreinir. Har hevði eg kór og guitar sum vallærugrein.

Í 2012 fór eg niður á Indre Missions bibelskole (IMB) eisini kallaður Børkop Højskole. Har hevði eg eisini tónleikalærugreinir sum tónleikaverkstað, guitar, klaver og kór.

LES EISINI  - Hetta fekk meg at fortelja um mín persónliga vitnisburð

Í 2016 fór eg í HF á miðnámi á Kambsdali. Har var eitt miðnámskór. Eg sang í hesum kóri, tað var ein góð broyting frá øllum teimum bólkaligu lærugreinunum.

Tá ungdómskórið á Glyvrum gavst í 2005, leitað eg mær út á Toftir, har Taborkórið er. Eg havi sungið við Taborkórinum síðani 2006. Eg hevði steðgir, tá eg var niðri í skúla, men

um Taborkórið sang, tá eg var heima í feriu, so var eingin ivi í, at eg skuldi syngja við.

Eg havi uppliva nógv gott og uppbyggiligt í sera góðum felagskapi í Taborkórinum á Toftum.

Í 2016 doyði pápi mín, Óli Finnsson. Um hesa tíðini vandi Taborkórið sangir til ein kórdag, sum var í Klaksvík har trý kór luttóku. Todos av Glyvrum, eitt kór úr Klaksvík og Taborkórið av Toftum. Vit gjørdu eitt felagskór við hesum trimum kórunum. Kórleiðarnir høvdu valt tveir sangir frá hvørjum kóri. Kórini høvdu vant sangirnar hvørt sær í umleið ein mánað. Hetta var síðst í oktober, øll trý kórini møttu í KFUM í Klaksvík og vandu allar sangirnar

LES EISINI  Mín vitnisburður

saman. Somu viku sum pápi fór til gravar var eg aftur í Tabor á Toftum og vandi við Taborkórinum, vit vandu til kórdagin ein mánað seinni. Vit vandu ein sang, sum kórið í Klaksvík hevði valt. Sangur eitur ”Lord hold me”. Hans Christian Jochimsen hevur skrivað hendan sangin. Hans Christian Jochimsen skrivaði hendan sangin, tá hann hevði eina trupla støðu í sínum lívi. Ein dagin, hann sat við klaverið kom hesin setningurin til hann: “Harri, halt mær nú”, so hann flutti fokus frá síni truplu støðu, á Guð, og segði “kanska tú ikki vilt fiksa hendan trupulleikan beint nú, men halt mær nú. Ikki lata meg fara ígjøgnum hetta einsamallur”. Eftir hetta broytti hesin sangurin hansara lív.

Hesin sangur talaði so nógv til mín, eg hevði akkurát mist pápa mín, og mítt hjarta var brotið.

Niðurlagið í hesum sanginum ljóðar soleiðis:

Lord hold me now I pray
I need you
please let me stay
only you can heal My broken heart
Never let me go.

LES EISINI  Ung vitna: Magnus Hammer í Hjøllum

Á føroyskum:

Harri halt mær nú
Mær tørvar teg
Lat meg verða verandi
Bara tú kanst lekja mítt brotna hjarta
Lat meg ongatíð fara.
Tá vit sumgu hendan sangin, var tað eins og eg bað eina bøn til Guð, um at hann mátti lekja mítt hjarta.

Um tit vilja hoyra allan sangin, so er hann her:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina