Ung vitna: Mikkjal Bjartalíð

Á Sandi var ikki nógv til av kristiligum aktivitetum tá eg var yngri, vit høvdu sunnudagsskúlan, sum vit onkuntíð fór til, men tað var mest tí, at mamman meir ella minni tvingaði okkum at fara. Og so var tað eisini kirkjan, sum eingin tímdi at fara í, tí tað var mest fyri tey gomlu. Soleiðis var tað størsta partin av barnatíðini á Sandi, inntil vit fingu eitt, sum kallaðist Izone, sum var eitt slag av ungdómshúsi, men sum hevði fokus á Jesus. Tað var hvørt fríggjakvøld, og tað var sum sagt eitt ungdómshús, har man kundi spæla teldu, playstation, Wii, borðtennis, og eina rúgvu av øðrum borðspølum, og tað var tað, sum størsti parturin av kvøldinum fór til.

Men so var tað eisini ein lítil andakt, sum Jonathan Warner, ið saman við konu síni byrjaði Izone, hevði og tá var krav um at allur aktivitetur steðgaði, og man setti seg niður at lurta í eini 10-20 minuttir. Hetta vardi í eini trý ár, men datt spakuliga burtur tíanverri, og so var ungdómurin aftur uttan eitt ”ungdómsmøti”. Ungdómurin á Sandoynni var, tá eg var yngri, ikki so áhugaður í Jesusi og Guds orði. Sum heild hugsaði man næstan bara um skúla, ítrótt og arbeiði, og ikki so nógv um Jesus, og tað sá man aftur í hvussu ungdómurin uppførdi seg, og har eri eg einki undantak. Vit gjørdu illa fortreð, og høvdu ljótan málburð.

LES EISINI  Ung vitna: Magnus Hammer í Hjøllum

Eg flutti saman við mammu míni og fýra yngri systkjum til Søldarfjarðar at búgva í 2012, har eg kom í ein góðan flokk og fekk nógv góð vinfólk. Eg var so mikið heppin, at eg fall væl til rættis beinanvegin, bæði í skúlanum og í fótbóltinum. Eg legði beinanvegin merki til, at hesin ungdómur hevði ein annan verumáta, gjørdu ikki líka illa fortreð, málburðurin var nógvar ferðir fólkaligari, og tey høvdu eina aðra gleði, sum ungdómurin á Sandi ikki hevði, og nógv av teimum gingu á møti.

Eg brúkti mest mína tíð á vøllinum við Løkin, og saman við vinfólki. Ikki fyrr enn í 2015 kom eg veruliga til trúgv, og tað var meðan eg var á ólavsøku tað árið. Eg fylgdist við nøkrum vinfólkum, og vit fóru niðan í Meinigheitshúsið, har nógv av fólki var samlað, og har ímillum nakrir av leiðarunum, sum skuldu vera til ungdómsleguna í Nesvík tað árið. Nógv av mínum kendu nakrar av leiðarunum, og blivu teir nógv spurdir um teir fóru á leguna. Allir søgdu teir ja, uttan eg, so eg valdi bara at meldað meg til ímeðan eg var í Meinigheitshúsinum. Hetta var legan tá ið Wilson og Grace

LES EISINI  Vitnisburður: - Undir Guðs náði

Goeda vóru og vitjaðu í Føroyum, og vóru av tí sama á leguni og høvdu talur. Tað var á hesi leguni, eg kom til trúgv, alt var bara gott á leguni, eg kom at kenna nógv nýggj fólk, og eg fekk eina nýggja gleði og fekk eitt positivari lyndi. Alt bleiv bara betri, og tað er tað enn í dag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina