Ungdómsarbeiðini skulu styrkjast

Á ungdómsleiðaraskeiðnum fyrr í heyst varð kunngjørt, at Kristian Sofus Petersen úr Fuglafirði fór at virka sum ungdómsvolontørur hjá Heimamissiónini næstu sløku tvey árini. Í tí gerninginum fer hann millum annað at vitja ungdómsarbeiði og skipa fyri einum nýggjum tiltaki fyri tey, sum eru eldri enn 18 ár.

Eitt átak, sum Kristian Sofus er farin í gongd við, er til málbólkin, sum kunnu nevnast tey eldru ungu.

– Eg havi tað soleiðis, at eg vil gjarna sikta smalt og náa nakað, heldur enn at sikta breitt og einki náa. Í staðin fyri tað, havi eg hug til at sikta eftir tí smáa, har man ger tað ordiliga frá grundini. Tí eg síggi fyri mær, at tá ið fólk verða 20 ár og eldri, so eru tey ofta einsamøll, andliga sæð. Tey fáa ikki nokk hasar tjúgu minuttirnar á ungdómsmøti eina ferð um vikuna.

Les alla samrøðuna í Trúboðanum.