Útbyggingin eitt stig nærri

Mánakvøldið 9. mars 2015 var eitt søguligt kvøld. Tá varð sáttmáli um projektering av uppíbyggingini til Leguhúsið undirskrivaður. Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina skrivaði Símun P. Jacobsen, formaður, undir, og vegna Selmar Nielsen Arkitektar skrivaði Selmar Nielsen undir sáttmálan.

– Arbeiðið við projektering er byrjað fyri eini tíð síðan, og nú er so formella undirskriftin komin á. Tað er ikki liðugt enn, men tað er komið væl áleiðis. So nú verður vónandi skjótt klárt til at bjóða fyrra byggistig av tveimum út, sigur Símun P. Jacobsen, formaður. 

Tvey byggistig
Símun greiðir frá, at útbjóðingin verður gjørd í tveimum byggistigum. Tað fyrra byggistigið umfatar jørð, kloakk, betong, stál og annað. Tá ið fyrra byggistig er liðugt er húsið innilokað.

– Arbeiðið er í gongd nú. Planeringin er gjørd, og skjótt verður klárt at byggja á stykkið, og tá ið projekteringin er liðug og fíggingin fingin til vega, verður arbeiðið boðið út, sigur hann.
Hann leggur aftrat, at nøkur endalig tíðarætlan ikki er gjørd, tí tað veldst um fíggjarligu orkuna, men klára vit at vera liðug við at byggja í seinasta lagi í 2017, so fáa vit MVG afturgoldið av øllum.

– Hetta eiga vit at seta okkum sum mál, og hetta er vónandi við til at motivera fólk til at geva, sigur Símun.

Øll kunnu lyfta við
Fíggjarliga er uppíbyggingin eitt stórt tak, og nógvur peningur skal til. Ein part av fíggingini eigur Heimamissiónin tøka, men enn er langt á mál. Símun sigur, at vónin er góð, um kirkju- og missiónsfólkið í Føroyum stuðlar arbeiðinum væl.

– Arbeitt verður við tí fíggjarliga; bólkar eru í gongd við hetta. Onkur arbeiðir við at søkja pening úr grunnum uttanlands, onkur annar við fyritøkum í Føroyum, og aftur onkur annar við, at allir føroyingar kunnu fáa møguleikan at geva sítt íkast. Og við fígging er tað soleiðis, at jú meira kemur inn av peningi, tess skjótari náa vit málinum, sigur hann til seinast.