Útbyggingin verður nú boðin út!

Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina gjørdi á fundi saman við bygginevndini og umboði fyri arkitektin seinasta mánakvøld av at bjóða út arbeiðið at byggja út Leguhúsið í Nesvík! Talan verður um innbodna útbjóðing í høvuðsarbeiðstøku.

Sp/f Selmar Nielsen Arkitektur hevur staðið fyri projekteringini, og samlaða verkætlanin er mett at kosta 30,5 mió. kr. umframt meirvirðisgjald, sum Taks endurrindar sambært lóg og góðkenning frá 2012.

Í verkætlanini eru tríggir bygningar, sum verða bygdir saman við verandi leguhúsi: Ein kombihøll á góðar 450 fermetrar, sum partvíst skal nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur. Til hesa nýtslu verða 500 sitipláss, 300 av hesum á eini tribunu, sum kann rullast fram og aftur eftir tørvi. Harumframt skal høllin nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Mittasti bygningurin er ljóst og opið felagsøki við vøkrum útsýni oman móti sundinum, í kjallarahæddini eru skiftirúm við brúsum, goymsla og annað knýtt at høllini. Niðasti bygningur er ein kamarslon við 12 hjúna-/familjukømrum.

Verkætlanin er býtt upp í trý byggistig, har fyrsta byggistig fevnir um at gera høllina lidna til nýtslu, umframt part av kjallarahæddini í millumbygninginum, so gongdin millum verandi leguhús og høllina er tryggjað. Hetta byggistig verður mett at kosta 16,7 mió. kr. umframt mvg, tá alt er roknað við. Alt eftir innkomnu tilboðunum tilskilar Heimamissiónin sær rætt til at steðga fyribils eftir fyrsta byggistig. Tá er høllin klár at nýta við øllum fasilitetum uttan brúsurúm. Leiðslan metir, at tørvurin á høllini er størstur.

Annað byggistig fevnir um arbeiðið at gera millumbygningin lidnan og inniloka kamarslonina. 3. byggistig fevnir um, at sjálvboðin fólk innrætta kømrini.

Tá lendi, projektering, byggibúning og annað er goldið, eru umleið 9,2 mió. kr. eftir í avsetingini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini til endamálið. Harumframt er tilsøgn fingin um lán á 5,5 mió. kr. Tørvur er tí á umleið 7,5 mió. kr. til at gera fyrsta byggistig. Hetta er nógvur peningur, men als ikki ómøguligt at fáa til vega, um mong bera við.

Innsavningararbeiðið er væl skipað. Ein bólkur tekur sær av søkja útlendskar grunnar um stuðul. Ein annar bólkur søkir føroyskar fyritøkur um stuðul. Seinni fer ein bólkur at skipa fyri serligum innsavningartiltøkum. Men høvuðsátakið verður sett í gongd í februar, og tað er at geva øllum føroyskum húsarhaldum møguleika at stuðla útbyggingini, við at tekna fasta mánaðargávu til útbyggingina ella geva ein eingangsgávu.

Longu nú ber til at stuðla útbyggingini við at tekna eina fasta mánaðargávu ella geva eina eingangsupphædd. Hetta kann gerast beinleiðis á www.mission.fo/utbygging ella við at ringja til Heimamissiónsskrivstovuna á 470000. Á heimasíðuni ber eisini til at kunna seg nærri um útbyggingarætlanirnar og fylgja við gongdini.

Metti kostnaðurin fyri samlaðu verkætlanina, sum er 30,5 mió. kr., er sera nógvur peningur, men leiðslan hevur góðar vónir um, at rørslan stendur saman um verkætlanina næstu árini og klárar at lyfta hana í felag, saman við góðum stuðli frá mongum øðrum, sum eru glað fyri Leguhúsið og tað góða arbeiðið, sum har verður gjørt fyri børn, ung og vaksin.

Verandi leguhús varð tikið í nýtslu í 1993 og verður nýtt alt árið, fyrst og fremst til kristiligar legur fyri børn, ung og vaksin. Harumframt verður bygningurin leigaður út til seturskúlar, fyritøkur, venjingarlegur, fundir og annað. Verandi hús hevur 15 kømur við tilsamans 132 seingjarplássum, og samanlagt eru áleið 10-15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár. Verandi matsalur, sum hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum, má alla tíðina umskipast millum hesar báðar nýtslur. Á nógvum legum er eisini plásstrot, tí gravgangur er eftir at sleppa á legu í Nesvík. Eisini eru nógvir spennandi og higartil ótroyttir møguleikar í útbyggingini. Tí er tørvurin at byggja út sera stórur.