Útimøti Bólkurin á ferð aftur

Nú summari er fyri framman, hava nakrir limir í útimøti bólkinum verði saman til fund, um ætlanina fyri summarið. Endamálið við bólkinum er at boða boðskapin, evangelii um frelsuna í Jesusi Kristusi. Vit eru fleiri sum vilja boða henda boðskap. Ætlanin er at verða aktiv í tríggjar mánaðar í summar.

Vit ætla at koma víða um. Serliga á streymoynni. Annar koma vit eisini aðrastaðni.

Ikki øll møtini eru komin uppá pláss enn. Ætlanin er at lýsa tey á facebook og truboðanum.fo

Vit byrja í Haldórsvík klokkan 17:00 og í Tjørnuvík klokkan 18:30 tann 12 juni.

Útimøtini eru vanliga við felags sangi, eisini eru av og á solistar við.
Fríir vitnisburðar um Jesus, eru vanligir.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir.

Kol 3:16 

Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. 

LES EISINI  - Útimøtini dámar mær sera væl

Ley 12/06 Haldórsvík kl 17:00

Ley 12/06 Tjørnuvík kl 18:30

Ley 19/06 Selatrað kl 17:00

Ley 19/06 Skálabotnur kl 19:00

Sun 27/06 Sørvágur kl 16:00

Ley 03/07 Kollafjørður kl 19:30

Ley 10/07 Skálavík kl. 14.00

Ley 10/07 Sandur kl. 16.00

Ley 10/07 Skopun kl. 18.00

Ley 17/07 Eiði kl 19:00

Ley 24/07 Funningur kl 17:00

Ley 24/07 Gjógv kl 18:30

Sun 01/08 Hvalvík kl 16:30

Ley 07/08 Hellurnar kl 17:00

Ley 07/08 Oyndafjørður kl 18:30

Frí 13/08 Hósvík

Ley 21/08 Kvívík kl 17:00

Ley 21/08 Vestmanna kl 18:30

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina