Væleydnað missiónsferð til Vágs

Í døgunum frá 30. oktober til 1. november vóru ikki færri enn 40 fólk úr Leirvík í Vági og hildu møtir.

Fríggjakvøldið var ungdómsmøti, har Kristian á Reynatrøð talaði, og Jóhanna Bjørg og Jóhan Edvard sungu. Leygardagin var familjumøti við Guðni Andreasen, og um kvøldið var møti við Regin Høgnesen, trúboðara.

Væl av fólki kom til møtini. Suðuroyingar vóru sera glaðir fyri vitjanina, og gestirnir høvdu avgjørt ein góðan og gevandi túr, og er hetta við til at styrkja samanhaldið í meinigheitini, verður sagt á heimasíðuni hjá leirvíkar missiónshúsi.

Við á túrinum vóru bæði børn, ung og eldri, tann elsti var 82 ár. Serstakliga tey ungu eiga at fáa eitt stórt herðaklapp fyri ídni í tænastuni.

Fyrireikararnir ynskja at takka suðuroyingum fyri sera stóran blíðskap.