Videoadventskransurin: Vónarinnar ljós

Tað eru mong, sum hvønn sunnudag í advent tendra eitt ljós í adventskransinum. Fyri summi merkir ljósið einans, at nú eru vit komin ein sunnudag nærri jólum. Men, sambært gamlari siðvenju, so hava øll fýra ljósini sín serstaka týdning: vón, friður, gleði og kærleiki. At hugsa um bíbilska týdningin í hesum orðum er góð fyrireiking til jóla. Soleiðis kunnu vit fyrireika okkum at taka ímóti lítla barninum í krubbuni.

Her á Trúboðanum fara vit í ár at tendra ein heilt serstakan adventskrans, sum er fýra stutt video. Hvønn leygardag í advent tendra vit eitt av hesum ljósum við at vísa eitt video av teimum fýra evnunum, sum ljósini umboða.

Videoini eru gjørd í samstarv við The BibleProject, sum hevur givið okkum loyvi at umseta teirra tilfar til føroyskt.

Hetta vikuskiftið vilja vit tendra vónarinnar ljós. Tí vit vita øll, at tað viðhvørt kann vera trupult at merkja vón. Men bíbilsk vón hevur einki at gera við míni evni til at hava eina góða kenslu. Nei, í Bíbliuni handlar vón um at hava álit á Guds persóni og velja vónina hóast okkara umstøður.

LES EISINI  Jólakonsert á Trúboðanum

Við ynski um eina signaða advent.

Trúboðin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina