Vit eru meira enn tøl og evnafrøðiligar verur

Tá KVF í vikuskiftinum bar tíðindini um, at undirvísingin í kristnikunnleika kann verða niðurraðfest sum úrslit av ætlaðum broytingum í fólkaskúlalógini, snúði kjakið seg serliga um bygnað og tímatal – men aftanfyri hesi tølini fjalir seg ein lærugrein, sum skal læra børn og ung at skilja seg sjálv og tað samfelag, tey eru partur av. Vit hava spurt prestin og pápan, Jákup E. Petersen, hvørjar tankar hann ger sær um týdningin av kristnikunnleika fyri fólk og samfelag. 

Hann leggur dent á, at hann hevur virðing fyri tørvinum hjá skúlanum at skipa sína undirvísing sjálvur, men hann heldur eisini, at tað eru mørk fyri, hvussu nógv tær sokallaðu ‘mjúku lærugreinarnar’ kunnu skerjast, uttan at tað gongur út yvir menningina hjá børnunum. 

“Sum heild haldi eg, tað er neyðugt at lata skúlan skipa sítt virksemi, sum tey meta best uttan ov nógva uppíblanding frá okkum uttanfyri. Tó, so er tað okkara fólkaskúli, so tað má vera náttúrligt at hava eina meining um, hvat man burdi raðfest og ikki raðfest. Men tá tað kemur til kjakið um broytingar, hví fara vit so bara ikki allan vegin og strika allar tær bleytu lærugreinarnar? Kunnu vit ikki bara leggja allan dentin á rokning, um alt allíkavæl snýr seg um pengar í einum materialistiskum samfelagi?” 

LES EISINI  Kristni gevur orð fyri lívið 

Hann setir spurningin retoriskt – men har fjalir seg ein verulig stúran aftanfyri: At ein einsíðug raðfesting av mátbærum lærugreinum kann troka burtur tær lærugreinar, sum mynda børnini til borgarar og fullkomin menniskju. 

Ábyrgdin hjá skúlanum og heiminum 

Sum bæði prestur og pápi sær Jákup E. Petersen tað sum sína persónligu uppgávu at geva sínum børnum eina kristna uppaling. Men hann heldur eisini, at skúlin hevur eina ábyrgd at tryggja eina grundleggjandi mentanarliga fatan av kristindómi og átrúnaði. 

“Sum pápi og prestur haldi eg ikki, at tað er gott, um møguligar lógarbroytingar kunnu elva til niðurlagingar í kristnikunnleikanum. Eg síggi tað sum mína ábyrgd sum foreldur, at børnini verða uppald í kristnari trúgv, tað er ikki skúlans ábyrgd,” sigur Jákup E. Petersen, sum samstundis leggur dent á, at øll børn – uttan mun til bakgrund – eiga at fáa innlit í bæði kristindóm og aðrar trúar- og lívsáskoðanir, tí tær mynda karmarnar um mangar av teimum útsagnum og normum, vit møta í lívinum. 

Kristnikunnleiki ein serligan leiklut 

Júst tað eksistentiella og etiska innihaldið er fyri hann nakað av tí, sum skilir kristnikunnleika frá øðrum lærugreinum sum søgu og samfelagsfrøði. Tí meðan onnur fak ofta lýsa og greina, er kristnikunnleiki øðrvísi. 

LES EISINI  Kristni gevur orð fyri lívið 

“Tað er við, at man kannar teir størru spurningarnar í lívinum, so sum lív og deyða, hví eru vit her, hví er tað rætt ella skeivt at drepa, og nær er eitt kríggj rættvíst ella órættvíst o.s.fr.,”sigur hann og peikar á, at um skúlin ikki gevur tíð og rúm til slíkar grundanir, er vandi fyri, at børnini missa týdningarmikil amboð til at navigera seinni í lívinum. 

Tí heldur hann, at tað er avgerandi, at børn tíðliga fáa orð fyri trúgv, etikk og eksistentiellar spurningar – ikki fyri at taka undir við ávísari trúgv, men fyri at skilja seg sjálv og onnur. 

“Eitt er málið um tað, ið hevur týdning at læra. Og vit læru jú best, meðan vit eru smá. Men hvat nú um børn ikki trúgva nøkrum ella ikki virða etiskar lógir ella brýggja seg um tilveruna hjá sær sjálvum ella øðrum,” spyr hann og heldur fram við at undirstrika, at børn í dag skulu taka støðu til nógv fleiri ting enn ættarliðini frammanundan – og júst tí hava tey tørv á etiskari og eksistentiellari menning. 

LES EISINI  Kristni gevur orð fyri lívið 

Meira enn tøl og vitan 

Fyri Jákup E. Petersen snýr tað seg í síðsta enda um, hvørja menniskjafatan vit byggja okkara skúla á. Hann ávarar ímóti eini einsíðugari vekt á tað mátbæra og tekniska, um tey virðini, sum gera okkum menniskjalig, mugu svíða fyri tað. 

“Tað er jú tí, at vit grundleggjandi eru meira enn tøl og evnafrøðiligar verur. Vit brýggja okkum nemliga um so nógv meira enn tað. Vit vilja hoyra um kærleika, um trúgv uppá tað góða, sum trýr, hóast øll vón er við at køvast. Spyr bara hesar spurningar inn í krígsherjað lond í dag. Júst tí er tað alneyðugt framyvir at varðveita kristni, og skuldu vit heldur skrúva upp fyri tí, tí tað sigur nakað um, hvørji menniskjalig virðir vit vilja framelska í okkara børnum,” sigur hann og leggur dent á, at undirvísingin í kristnikunnleika ikki bert snýr seg um siðvenju ella mentan – men um at styrkja førleikan hjá børnum at liva við vón, samkenslu og ábyrgd í eini torgreiddari verð.  

Tí heldur hann, at skúlin ikki bert eigur at varðveita lærugreinina, men tvørturímóti geva henni størri rúmd. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina