– Vit kunnu gera eina fosturtøku
Hjúnini Helena Kannuberg og Brandur Sjúrðarson búgva í løtuni í Aarhus, har tey eru í lestrarørindum. Helena, sum er ættað úr Leirvík, lesur føroyskt og týskt og er í Danmark fyri at taka týska partin av útbúgvingini. Brandur, sum er úr Miðvági, lesur vinnubúskap.
Alt sá gott út
Í fjørsummar gjørdist Helena við barn, og um miðjan oktober mánað í fjør var hon í skannaranum, men tað, sum hendi tá og dagarnar aftaná, skelkaði hana.
– Eg og Brandur vóru sera spent, tá vit fóru í skannaran at síggja lítla undrið, sum vaks innan í mær. Eg var tá komin góðar 20 vikur, og talan var um eina “misdannelsesscanning”, sum verður bjóðað barnakonum her í Danmark. Hetta fór at vera ein serlig løta, tí Brandur hevði ikki verið við til ta fyrru skanningina. At síggja barnið fekk okkara kærleika fyri tí at vaksa, og kærleikin gjørdist djúpari. Alt sá eisini væl út, og barnið varð kannað út í æsir, sigur hon.
Tey fingu at vita, at neyðugt var at bíða við at kanna beinini til seinast, av tí at barnið hevði beinini í einari óhepnari støðu. So fyrst varð alt annað kannað.
– Tað var nakað heilt serligt at síggja hjartað banka. Hjartaslátturin var góður, søgdu tey. Hini gøgnini, sum vórðu kannað, vóru eisini góð. Vit fegnaðust, tí vit sóu, at barn okkara var væl skapt.
Fekk staðfest klumpfót
Tá ið einki annað var eftir, varð aftur byrjað at kanna beinini.
– Støðan varð tann sama. Eg mátti upp at hoppa og svinga, soleiðis at starvsfólkini fingu eina betri støðu. Men tað hjálpti einki. So fingu starvsfólkini stillisliga lirkað eitt annað starvsfólk inn í stovuna. Nú fekk eg illgruna um, at her var ikki alt í lagi. Eg læt sum einki, men fekk stutt eftir staðfest, at so var. “Tað sær út til, at høgri fótur á barninum er ein klumpfótur”, segði starvsfólkið. “Vit hava skaffað tær eina tíð hjá yvirlæknanum, sum skal staðfesta hetta”. Jú, eg hevði rætt, fekk ein klump í hálsin og gjørdist kedd. Vit bæði gjørdust kedd, tí okkara barn bar brek, sigur Helena.
Vitjanin hjá yvirlæknanum var stutt. Staðfest varð, at talan var um ein klumpfót, og læknin metti, at tey skuldu fáa eina nýggja tíð skjótast gjørligt, har tey kundu tosa um teir møguleikar, sum tey nú høvdu. Helena og Brandur takkaðu fyri tilboðið og komu aftur til sama lækna tveir dagar seinni.
– Vit fingu ein hvøkk, tí hetta fór als ikki fram á tann hátt, sum vit høvdu væntað. Læknin greiddi frá, at av tí, at tað var staðfest, at barnið hevði klumpfót, so mælti hann til, at fosturvatnið varð kannað. Hetta skuldi gerast fyri at staðfesta, um barnið bar fleiri brek, sigur Helena.
Vit kunnu gera eina fosturtøku
Helena og Brandur vóru jalig. Tey spurdu, hvørji brek talan var um, hvussu staðfestingin í móðurlívi fekk hjálpt teirra barni, og um tað bar til at viðgera hesi brekini í móðurlívi. Nei, var svarið. Hvussu stór eru sannlíkindini fyri, at barnið ber umtalaðu brek? spurdu tey víðari. Svarið var, at sannlíkindini vóru minni enn sannlíkindini fyri fosturláti vegna fosturvatnskanning.
– Vit skiltu einki. Spurdu, hví vit so skuldu kanna barnið nærri, um tað kortini onga hjálp fekk. Soleiðis sum vit skiltu tað, so kundi ein blóðroynd eftir føðing eisini staðfesta, um nakað var galið, og ein slík blóðroynd setur jú ikki lívið hjá barninum í váða, sigur Helena.
Svarið, tey fingu frá yvirlæknanum, skelkaði tey: “Vit ynskja at kanna barnið nærri, tí um nakað er galið, so kunnu vit gera eina fosturtøku”, segði yvirlæknin.
– Fosturtøku! Eg var skelkað og gjørdist eitt sindur ill. Fyri nakað so meinaleyst sum klumpfót, sum eg annars havi kent til alt mítt lív? At taka okkara barn, sum vit fyri tveimum døgum síðani høvdu sæð hjartaslátturin hjá?
Tey fingu at vita, at hetta var ein avgerð, sum hevði skund, tí Helena longu var komin góðar 20 vikur og talan tískil var um eina seina fosturtøku.
– Vit søgdu nei takk. Yvirlæknin nikkaði og segði, at um vit veruliga ynsktu barnið, so kundi hon geva okkum eina tilvísing til deildina, sum tekur sær av børnum við klumpfóti.
Hví kemur handa upplýsingin ikki fyrrenn nú? hugsaði eg illa við og legði til merkis, at sjúkrasysturin, sum eisini var til staðar undir hesi samrøðuni, andaði lættan, sigur Helena.
Bræv frá sjúkrahúsinum
Tað gjørdist eitt sindur av roki, tá ið tað varð staðfest, at barnið, ið Helena bar undir belti, hevði klumpfót. Hetta gjørdi, at starvsfólkini gloymdu at taka myndir, sum annars er eitt standardtilboð.
– Hetta helt eg vera rættiliga keðiligt, tí aftaná allan umgangin hevði eg so stóran tørv á at síggja barnið, sum eg longu var vorðin so ómetaliga góð við. Nakrar dagar aftaná fekk eg tó bræv frá sjúkrahúsinum. Í brævbjálvanum lógu tvær góðar myndir av barninum saman við einum hondskrivaðum lepa. Á lepanum stóð: “Hej, lige et par ekstra billeder til jer! Kh. X”. Eg gjørdist ovurfegin! Eg kendi eisini navnið á avsendaranum aftur. Tað var sjúkrasystirin, sum hevði verið til staðar undir báðum samrøðunum við yvirlæknan. Tað var hon, sum ikki segði nakað undir sjálvari samrøðuni, men sum andaði lættan, tá ið vit søgdu nei takk til fleiri kanningar, tí vit høvdu kortini ikki hug til fosturtøku, sigur Helena og smílist.
Ein hørð byrjan
– Sonur okkara varð føddur tann 9. mars, og er í dag góðar tríggjar mánaðir gamal. Hann varð doyptur í Miðvágs kirkju tann 30. apríl og fekk navnið Bragi Brandsson. Gamaní fekk hann eina harðari byrjan upp á lívið í mun til nógvar aðrar nýføðingar, og tað var eisini hart sum foreldur at síggja sonin fáa gips upp á beinið sum bara átta dagar gamal og verða lagdur undir skurð bara ein mánað gamal. Og tað er eitt sindur av baksi nú, av tí at hann skal vera í skinnara 24 tímar um døgnið, sjey dagar um vikuna. Men høvdu vit viljað verið sonin fyri uttan? Nei, sigur Helena og svarar spurninginnum, hon sjálv setti.
Vil seta fokus á menniskjasýn
Á altjóða degnum fyri klumpfót, sum er tann 3. juni, greiddi Helena frá á Facebook um tað, sum hent var.
– Afturmeldingarnar hava verið nógvar, næstan 400 hava dámað uppslagið, yvir 200 hava deilt, nógvar viðmerkingar eru skrivaðar, umframt at eg havi fingið ótrúliga nógv persónlig boð í innbakkan. Afturmeldingarnar eru bæði frá fólki, sum eg kenni, men eisini frá fólki, sum eg als ikki kenni. Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at móttøkan fór at vera so góð, og at uppslagið fór at røkka so langt, sigur hon.
– Samstundis eri eg so glað, tí eg havi ikki hoyrt nakað keðiligt fyri tað, sum eg havi skrivað. Brandur og eg hava tosað eitt sindur um, hvussu tað ber til, at eingin finst at. Ein orsøk til hetta kann vera, at uppslagið ikki snýr seg um, um tað er rætt ella skeivt at fremja fosturtøku. Ein onnur møgulig orsøk er, at eg ikki útleveri sjúkrahús og starvsfólk. Í øllum førum meta vit, at hesir faktorarnir hava verið avgerandi fyri, at eingin kennir seg raktan ella stoyttan av tí, sum eg havi skrivað.
Hetta fegnast vit um, tí ætlanin við uppslagnum var nevniliga bara at greiða frá okkara søgu og á tann hátt at vísa á eitt menniskjasýn, sum í stóran mun er ráðandi í dagsins samfelag, sigur Helena.
Glað fyri, at hon var til skanningar
Hóast ‘misdannelsesskanningin’ ikki var tann upplivingin, sum tey høvdu vónað, so eru bæði Helena og Brandur glað fyri, at tey fóru til hesa skanningina.
– Vit eru glað fyri, at vit somikið tíðliga fingu at vita, at barnið hevði klumpfót. Hetta tí, at so kundu vit fyrireika okkum til nýggju umstøðurnar mentalt, áðrenn barnið var borið í heim, tað vil siga, at reaktiónin kom áðrenn. Tá ið sonurin so varð føddur, var tað ikki fóturin, sum fór við okkara uppmerksemi. Vit sóu bara ein frískan og væl skaptan son, sigur Helena.
Brandur er samdur og leggur síðan játtandi afturat, at tað var ikki fyrr enn nakrar tímar eftir at sonurin var føddur, at tey fóru at hyggja eftir, hvussu fóturin sá út.
– Jú, tað var eingin ivi um, at talan var um ein klumpfót, men í gleðisrúsinum hevði tað einki at týða og fylti heldur einki hjá okkum, sigur Brandur.
– Tíbetur eru tað ikki øll, sum einans síggja brekið. Eg kann eisini endurgeva okkara góðu heilsusystur, sum skrivaði soleiðis um sonin: “Drengen er fin og velskabt (…) har klumpfod”. Og eg kundi ikki verið samdari. Okkara sonur er væl skaptur, og eg elski at vakna av hansara smíli og práti hvønn morgun. Og um nøkur ár verður fóturin at meta sum ein vanligur fótur, leggur Helena afturat.
Andligi førningurin er grundarlagið
Síðani Helena og Brandur fluttu til Danmarkar, hava tey gingið í eina kirkju, sum eitur Christianskirken. Kirkjan er beint við har, tey búgva. Umframt gudstænastur, eru fleiri tiltøk í kirkjuni, har nógv ung savnast. Tey koma tó eisini til orðið aðrastaðni.
– Síðani Bragi varð føddur, hava vit bæði, Bragi og eg, eisini gingið til ‘babysálmasang’ í Skelager kirke, og hetta hevur Braga dámað ordiliga væl, sigur Helena og leggur afturat, at tað er deiligt á henda hátt at læra fleiri barnasangir og barnavinaligar sálmar. Helena og Brandur meta bæði, at hóast tað er gott at koma í staðbundnar kirkjur og samkomur, so er saknur tó í einum føroyskum meinigheitslívi.
– Sum er, eru eingi føroysk møti í Aarhus. Eitt arbeiði er tó farið í gongd við at skipa fyri regluligum møtum, og eftir ætlan verður fyrsta møtið í september. Hesi møtini fara at vera í Áarstovu, tað er í føroyingafelagnum her í Aarhus, sigur Brandur og leggur afturat, at meira verður at frætta um hetta seinni.
– Andligi førningurin er grundarlagið undir tilveru okkara, greiðir Brandur víðari frá og vísir á, at í teirra eygum hava øll menniskju óendaligt virði.
– Eg hevði hvørki klárað ella ynskt at tikið nakra aðra avgerð enn hana, vit tóku, tá ið vit vóru til samrøðu hjá yvirlæknanum. Helena er samd og leggur afturat:
– Vit eru so takksom fyri sonin, júst sum hann er.