Aftur til forsíðu

Vit trúgva á Heilaga Andan!

Vit trúgva á Heilaga Andan!

Vit trúgva á Heilaga Andan! Triðja trúargrein. Eins og allar aðrar partar av trúnni, er tað týdningarmikið av og á at geva sær far um innihaldið; men snýr tað seg um triðju trúargrein, trúnna á Heilaga Andan, er kanska enn meiri brúk fyri hesum enn á hinum báðum trúargreinunum, men av tí at mong steðga við fyrstu og aðru trúargrein – trúnna á Gud faðir og trúnna á Jesus Kristus – gerast mong trilvandi viðvíkjandi triðju trúargrein – trúnna á Heilaga Andan.

Spurningar og svar, hvat trúgvin á Heilaga Andan merkir, eru mangir og ymiskir. Viðhvørt verður spurt: Er trúgvin á Heilaga Andan annað enn sagt verður? Hví uppliva vit ikki eisini hetta á sama hátt, sum Bíblian boðar? Hví uppliva mangar fríkirkjur og karismatisk samfeløg nógv meira av hesum? Eru við opin fyri Heilaga Andans gerningi?

Mangir spurningar um Heilaga Andan verða settir. Men ístaðin fyri at veita svar til einstakar spurningar, fari eg at byrja við nøkrum heilt grundleggjandi viðvíkjandi trúnni á Heilaga Andan. – Nøkrum grundleggjandi, sum vónandi fer at hjálpa tær at finna haldgóð svar á teimum mongu spurningum, tú møtir á leiðini.

Tað er ikki hugsanin, at hetta við Heilaga Andanum skal ørkymla nakran. Tað er fyrst og fremst ein gleðiboðskapur, sum er góður at hefta seg við til tess, at trúgvin á hin tríeinda Gud skal gerast okkum fullkomin.

Gud hevur givið okkum Andan

Áðrenn hildið verður fram, fara vit at steðga við 1. Korintiarbræv 2. kapittul, ørindini 6 til 16.

Heilagi Andin er okkum givin av Gudi fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Gudi (v. 12). Hetta er ætlanin við Heilaga Andanum. Uttan Heilaga Andan kunna vit ikki vita, hvat Gud hevur givið okkum!

Tað er nevniliga soleiðis, Paulus skrivar her, at eitt menniskja ikki av sær sjálvum kann fata tann vísdóm, sum Gud gevur. Her hugsar hann um frelsuna í Jesusi Kristi og tí ríkidømi, frelsan rúmar. Tað er ikki komið upp í nøkrum mannahjarta og fer heldur ikki at gera tað – tí “eitt sálarligt menniskja”, tað er menniskja uttan Anda Guds, tekur ikki ímóti tí, Guds Andi gevur!

Tað er tí neyðugt, at Heilagi Andin kemur til okkara og ger okkum til “andlig menniskju”; annars kunna vit als ikki verða frelst.

Uttan Heilaga Andan gingu vit á glatanarvegi og kundu ikki tikið við tí, Gud gevur.

Vit kunnu kanska væl fata evangeliið andliga; men tað kann ikki gerast livandi veruleiki í okkum uttan Heilaga Andan. Vit verða ikki fest í honum uttan við Heilaga Andanum. Tí sigur Paulus í Rómverjabrævinum 8.9 “Men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann honum ikki til.” Og Jesus sigur sjálvur, “at eingin kann koma inn í Guds ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda. (Jóh 3,5)

LES EISINI  Sannleikar um Heilaga Andan

Eingin frelsa uttan Heilaga Andan

Hetta við Heilaga Andanum, snýr seg um frelsu okkara. Uttan Heilaga Andan, eingin frelsa! Væl hevur Jesus gjørt alt tað neyðuga, fyri at vit kunna verða frelst. Men uttan Heilaga Andan, gagnar hetta okkum ikki! Men tá ið Heilagi Andin opnar hjørtu okkara fyri boðskapinum um Jesus og festir Jesus at okkara hjørtum, so snýr gleðiboðskapurin ikki longur bara um tað, ið einaferð var. Nei, tá er tíð og frástøða ikki longur í gildi. So Jesu deyði mína vegna verður mín deyði við Jesusi – tá síggi eg, at hann ikki bara reis upp frá deyðum einaferð í forðum – men at uppreisn hansara – nú eisini er mín uppreisn frá deyðum og æviga lív mítt.

Heilagi Andin vísir mær, at Jesus er eins livandi, nær og veruligur, sum hann var hjá teimum fyrstu lærusveinunum. Teimum fylgdist hann sjónliga saman við. – Við á ferðini saman við mær fylgist hann ósjónliga; men eins livandi og nær; men uttan Heilaga Andans kraft, hevði eg onga hóming havt av honum, at hann er mær nær.

Kundi hetta veruliga ikki borið á uttan Heilaga Andan? Nei! Viðhvørt hendir tað, at okkum kennist tað so gerandisligt at hoyra kristnar sannleikar – at vit fara at trúgva tí, at vit halda fast við teir uttan Heilaga Andans hjálp. Tað kunna vit eisini teoretiskt sæð – vit kunna væl halda fram við munnliga at evna hugsandi trúarsannleikar – men uttan Heilaga Andan er hetta ikki longur ein livandi veruleiki í lívi okkara. Uttan Heilaga Andan verður hetta bara ein deyður kunnleiki og ein andleys hugsan.

Sjálvt ikki teir klókastu og dugnaligastu heilar í hesum heimi kunna varðveita trúnna og halda fast við Gud uttan Heilaga Andan.

Men øvut kann sjálvt tað ússaligasta og vónleysa menniskja við Heilaga Andans hjálp liva við Gudi. So tað er ongantíð ógjørligt hjá menniskjum at taka við kristnu trúnni. Hjá menniskjanum einsamalt er tað ógjørligt, men ikki Heilaga Andanum. Heilagi Andin megnar tað, eingin annar kann í sjálvum sær – nevnliga at leggja gleðiboðskapin inn at hjørtum okkara og veita okkum trúnna, ið leiðir okkum at Kristusi, ið føra kann okkum frelst heim í Guds ævigu dýrd.

LES EISINI  Hvítusunna: 2. andakt til tey gomlu

Tí nýtist okkum Heilaga Andan hvønn einasta dag, hvørt sekund í lívi okkara;. Alt frá barnaárunum – ja, alt lívið, til vit eru heima hjá Gudi í Himmiríkis borg.

Hví Heilaga Andan?

Spurningurin kundi eisini verið, hví skula vit anda fríska luft í lunguni, ella hví skula vit anda? Til tess at kunna liva, sjálvandi! Um luftin hvørvur bara fáar minuttir, doyggja vit. Á sama hátt við Heilaga Andanum og okkum. Andin er kristinlívsins lufthav. At liva í Andanum er kristinlívsins andadráttur. Um andin hvørvur, ja, so er lívið burtur. Um tú ikki livir í Andanum, andaliga talað “andar” í Guds anda, ert tú ein deyður kristin.

Andans gerningur er so statt fyrst og fremst ætlaður at gera okkum til kristin menniskju, varðveita okkum sum kristin og lata okkum vaksa í trúnni á Jesus Kristus. Og Andin, sum býr í øllum, ið trúgva, arbeiðir ímóti syndini í hinum trúgvandi, veitir kærleika og ger ein út við náðigávum, einum til trúar, øðrum til kraftar. Nei, bara tann eina og sama anda umtalar skriftin, sum bæði veitir trúnna, tekur bústað í hjartanum og ger ein út við øllum gávum. Tann eina og sama Anda nýtist øllum til tess at liva og vaksa í trúnni til góðar gerningar. Um onkur spyr, hvussu hin einstaki kristni upplivir Heilaga Andan, er svarið – “á ymiskan hátt!” Tann eini og sami andi virkar í øllum tí, ein kristin ger. Hetta, at koma stutta leið í egnu trúarroynd, at uppliva trúnna á Jesus, at koma í syndastríð, í kærleikanum til onnur menniskju, at vera gjørdur út við kraft og náðigávum. At kenna máttloysi í líðing og mótgongd og so framvegis.

Meir enn bara tungutala

Tíverri eru mong, ið boða orðið og bíbliuskúlalærarir, ið ikki varnast tað breiða fjølbroytni innan Heilaga Andans gerning, sum snýr seg um náðigávur at grøða og at tala í tungum á einum himmalskum tungumáli. Bíblian krevur okkum ikki at sóknast eftir teimum heilt ávísu sermerktu náðigávunum. Endurtikna vegleiðingin í NT, um hvussu vit taka við Heilaga Andans náðigávum, eru: at vit leita til Jesus í orðinum um hann. (Gal 3,1… ; Jóh 15,1… ) og áhaldandi biðja til Guds í Jesu navn. Tá vil Gud veita okkum alt, okkum treingir, nógv meiri enn vit biðja um. (Ef 3,20; Jóh 14,13 o, fl.)

LES EISINI  Hvussu veit eg, at eg eri frelstur?

Tað stutta av tí langa er so statt, at Bíblian ikki lovar okkum, at tær sjónligu karismatisku náðigávurnar skulu halda fram til allar tíðir á øllum støðum sum í ápostlanna døgum. Hon sigur heldur ikki, at tær skulu fáa ein enda, men kanska gerast sjáldsamari? – Men fyrst og fremst boðar bíblian, at Heilaga Andans royndir eru mangar og nógv meiri enn sjónligar, undursamar royndir, og at tann grundleggjandi og heilt ómissandi andsroyndin er sjálvt lívið í Guds frelsu.

Andin virkar á ymiskan hátt

Hvørjar av teimum mongu andsroyndunum, sum fara at spyrjast ella koma sum ískoyti fara at mynda einstaka kristna lívið og einstaka kirkjuliðið, er upp til Guds. Onkrastaðni virkar hann støðugt veldugar, undursamar gerningar og sjónlig undurfull tekin. Á øðrum støðum er tað heldur andans stilla lot – orðið um Kristus og bønarinnar lív saman við Gudi.

Annað ikki ríkt og hitt fátækt. Alt stendst av, hvat Gud fer at gera, og hvar og nær Gud vil tað ella tað. Guds Heilagi Andi, býtur einum og hvørjum sína serstøku tænastu og náðigávu eftir vilja sínum.

Samanumtikið er ikki av vegnum, at trúarjáttanin í triðju trúargrein heldur fram ta innleiðandi Heilaga Andans játtan soleiðis: Eg trúgvi á eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og ævigt lív. Tí Heilagi Andin varð sendur og skapaði eitt likam av trúgvandi – bæði jødum og heidningum. Og Heilagi Andin skapti og skapar  støðugt felagsskap av kristnum, sum við Guds orði, bøn og við náðigávum byggir upp hvør annan og býtur út syndanna fyrigeving, og soleiðis leiðir Andin okkum fram at uppreisn likamsins og fullkomuleika æviga lívsins.

Hóast, hvussu nógv – og hvussu Gud ætlar okkum at síggja og uppliva av hesum her í heimi, so eiga vit tað veruliga við Heilaga Andans kraft, og ein dag skal tað okkum opinberast, so vit síggja tað, – tá ið Guds Andi broytir deyðuligu likam okkara til dýrdarfull, fullkomin menniskju á tí nýggju jørðini. (1 Kor 15)

Jens Jørgen Rasmussen,
Sóknarprestur, Hasle og Rutsker
Hevur skrivað bókina “Mærker du Ånden”

Henry Debes Joensen, umsetti

 

Undanfarna grein

Nýggj hugsjón samtykt á meinigheitsfundi í Havn í dag

Les grein

Eru allir átrúnaðir í grundini ikki líka?

Les grein
Næsta grein
A+