– Vit vilja vera ein ráðstevna, ið veruliga ger mun!
Árliga leiðsluráðstevnan Global Leadership Summit (GLS), sum verður hildin í 1.375 býum í 128 londum um allan heim, verður aftur í Norðurlandahúsinum 18.-19. januar 2019. Føroyskt er eitt av 60 málum, sum fyrilestrarnir verða týddir til, sigur Stig Elttør, formaður í GLS-nevndini, sum stendur fyri tiltakinum. Vit hava prátað við Stig um stevnuna.
Skipað sum undanfarin ár og tó
Ráðstevnan hevur fleiri enn tíggju ár á baki, og tiltakið verður í høvuðsheitum skipað eins og seinastu árini við tveimum skeiðsdøgum, fríggjadegi og leygardegi. Dagarnir verða býttir upp í fýra partar – tvær sessiónir fyrrapart og tvær seinnapart. Frá kl. 8 ber til at fáa morgunmat, og ein tíma seinni byrjar frálæran inni í høllini. Báðar dagarnar er liðugt umleið kl. 16.
– Hvørt ár biðja vit luttakarar um afturmeldingar, og teimum royna vit at lurta eftir. Ein afturmelding, ið mangan hevur verið, er at fáa meir enn ein føroyskan røðara. Og tað hevur eydnast okkum í ár. Eisini gera vit nógv burturúr tónleikinum, bæði felagssangi og framførslum, og hetta økið siga fólk eisini sína hugsan um í afturmeldingunum, sigur Stig.
Ein styrki við GLS er fjølbroytni
Stig greiðir frá, at tað er ein styrki við GLS, at fyrilestrarnir eru so ymiskir. Fólk koma úr bæði samkomum, vinnulívinum, tí almenna, frá hjálparfelagsskapum og øðrum, og eisini ymsastaðni í heiminum. Spurdur, um hann hevur hug at nevna nakran fyrilestur burturúr teimum tíggju útlendsku, nevnir Stig tríggjar.
– Fyrilesturin við Simon Sinek er sera góður. Hann dugir framúr væl at samskifta og at fáa boðskapin fram. Ein annar er fyrilesturin við Danielle Strickland. Hon tosar um viðurskiftini millum menn og kvinnur og um sex og vald. Fyrilesturin við dananum Rasmus Ankersen er eisini áhugaverdur. Hann tosar millum annað um at tora at seta spurningartekin við succés: Tá tað gongst einum væl, skyldast tað tá hepni ella at ein er dugnaligur?
Annars heldur Stig, at tað er torført at siga, hvørjar fyrilestrar fólk skulu gleða seg mest til, tí luttakararnir eru so ymiskir og ynskja so ymiskt. Tað, sum ein ikki heldur vera so gott, kann onkur annar fáa heilt nógv burturúr, og øvugt.
Føroyska íkastið
Í ár eru tveir føroyskir røðarar, Tóra við Keldu og Hilda Viderø. Hví fall valið á tær báðar?
– Síðan vit fóru undir at hava eitt føroyskt íkast í 2013, hava vit valt at skifta millum menn og kvinnur. Í ár hava vit valt tvær kvinnur, ið á hvør sín hátt hava skarað framúr í føroyska samfelagnum og uttan fyri Føroyar. Tóru kenna vit millum annað sum svimjara, sangara og samfelagsviðmerkjara. Hon arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð í Klaksvík og hevur síðan 2014 verið forkvinna í MEGD. Hesa tíðina hevur hon verið sera virkin á brekøkinum og er heldur ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir. Hilda er eisini sera virkin og hevur verið við í fleiri verkætlanum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í hesum døgum er hon stødd í Liberia í sambandi við verkætlanina ”Mirjam”, greiðir Stig frá.
Bill Hybels ikki við longur
Bill Hybels, sum saman við øðrum byrjaði GLS-ráðstevnuna, og hevur havt ein týðandi leiklut á ráðstevnuni hvørt ár, er farin frá sum pastorur í Willow Creek Community Church í Chicago, eftir ákærur frá kvinnum um óhóskandi atburð, og er heldur ikki við á skránni í ár. Vit spyrja, um GLS er tað sama uttan Hybels, og um ákærurnar móti Hybels broyta nakað fyri GLS Føroyar.
Stig svarar, at tað er rætt, at Bill Hybels ikki luttekur á stevnuni. Hann hevur annars øll árini verið ein sera sjónligur og týðandi persónur í GLS. Í vár komu nakrar ákærur frá kvinnum, ið søgdu, at hann hevði gjørt seg inn á tær í 80-unum og 90-unum. Bill fór tá frá sum samkomuleiðari og gavst í GLS. Tá ein so sjónligur persónur leggur frá sær, merkist tað sjálvandi. Men sum hann sjálvur hevur lagt dent á, hevur tað stóran týdning, at GLS heldur fram. Nýggja leiðslan vil føra GLS víðari við somu hugsjón og visjónum, sum tað altíð hevur havt.
– Sjálvandi seta summi spurning við støðuna við Bill Hybels, og hvussu nú verður við GLS. GLS er so nógv meira enn ein persónur. Tað er kanska ongantíð so týdningarmikið sum júst nú at seta fokus á leiðslur og at menna leiðslur enn meira, sigur Stig.
GLS vil gera mun
GLS-ráðstevnan hevur fleiri ár á baki, og í nevndini tosa tey ofta um, um ráðstevnan ger mun og ”flytur nakað”. Stig sigur, at GLS vil vera ein ráðstevna, ið veruliga ger mun.
– Tá ið vit fáa at vita frá eitt nú politikarum, ábyrgdarpersónum á arbeiðsmarknaðinum og samkomum, at tey í sínum arbeiði brúka nakað av tí, tey hava lært á GLS, so kunnu vit ikki siga annað, enn at GLS veruliga ger mun! GLS snýr seg eisini um hugburð á nógvum ymiskum økjum, ið øll kunnu fáa gagn av. Eftirmetingarnar øll árini frá hundraðtals luttakarum siga eisini tað sama. Og vit vita, at bæði arbeiðshefti og fyrilestrar frá GLS verða brúkt eftir stevnuna til leiðaramenning í nógvum ymiskum samanhangum, sigur Stig.
Hann leggur afturat, at hetta eisini er við til at halda geistinum uppi hjá teimum, ið skipa fyri og leggja til rættis.
– Tað er nakað heilt serligt at vera saman við á leið 400 ymiskum leiðarum úr øllum landinum, har høvuðsmálið er at fáa íblástur og blíva betri til at leiða og ávirka, har ein virkar og leiðir.
At fyrilestrarnir frá GLS á hvørjum ári megna at halda eina framúr góða dygd, so at fólk velja at koma aftur ár eftir ár, sigur okkum, at luttakarnir virðismeta ráðstevnuna og tann íblástur, sum teir fáa. Og tað ger, at vit eisini miðja eftir eini framúr leiðararáðstevnu hvørt ár, ja, hon skal vera eitt sindur betri hvørja ferð, sigur Stig við einum brosi.
Ger eisini mun fyri neyðstødd
Á GLS eru javnan fyrilestrar og samrøður við fólk, ið arbeiða við at steðga til dømis fátækadømi og mannahandli. Hetta er eisini við til at gera okkum í Føroyum tilvitað um at hjálpa medmenniskjum í neyð, sigur Stig. GLS snýr seg sostatt ikki bara um at styrkja okkum sjálv og okkara leiðslu, men eisini at hjálpa øðrum at leiða, har tey eru. Eitt motto hjá GLS er júst: “The church is the hope of the world – but only if it is working right” (“Kirkjan er heimsins vón, men einans um hon virkar rætt.”)
Tvørkirkjulig nevnd stílar fyri
Nevndin, ið skipar fyri GLS-ráðstevnuni, er mannað við fólki úr ymiskum samkomum og kirkjum. Øll eru ólønt, og sera nógvir tímar verða nýttir til at leggja alla ráðstevnuna til rættis. Eitt nú verða allir fyrilestrarnir tekstaðir til føroyskt.
– Fólk spyrja kanska: “Hví skal tað kosta so nógv?” Vit hava valt at hava góðar hølisumstøður og góðan mat, og alt luttøkugjaldið fer til sjálva stevnuna. Hvørt ár fara tvey ella trý umboð til árligu stevnuna í Chicago, har um 14 ymiskir fyrilestar eru. Burtur úr hesi rúgvuni velja vit so nakrar, ið vit halda hóska væl til okkara og okkara mentan. Sum vera man er okkurt nokk so ”amerikanskt”, men vaksin fólk duga sjálv at sálda frá, sigur Stig at enda.