11 kenjansk kristin dripin, tá Al-Shabaab leyp á buss

Seinasta fríggjadag seinnapart lupu yvirgangsmenn frá víðgongda islamiska felagsskapinum Al-Shabaab á ein buss í Kenja. 11 kristin fólk vórðu dripin, skrivar The Christian Post.

Løgreglan í økinum sigur, at vápnaðir menn lupu á ein buss, sum var á ferð úr Nairobi, høvuðsstaðnum í Kenja, til Mandera, sum er eitt øki á markinum til Somalia og har nógvir somalar búgva. Menninir steðgaðu bussinum og skildu staðbundin ferðafólk frá teimum, ið komu aðrastaðni frá, áðrenn teir fóru at taka fólk av døgum.

Ymiskar keldur

Frásagnirnar frá hendingini eru ikki heilt samdar um staklutirnar. Forsetaskrivstovan segði, at átta fólk vórðu dripin; AFP endurgav keldur, sum søgdu, at tíggju fólk lótu lív, harav tey flestu vóru løgreglufólk.

Al-Shabaab hevur tikið ábyrgdina fyri atsóknina. Yvirgangsfelagsskapurin hevur í fleiri ár barst fyri at fella somalisku stjórnina; hann virkar út frá Somalia, men ger eisini atsóknir í grannalondum. Sambært Al Jazeera sigur Al-Shabaab, at millum ofrini vóru loynitrygdarvørðar og stjórnarstarvsfólk.

LES EISINI  World Watch List – Nr. 4: Libya

Ein dulnevndur kenjanskur løgreglumaður segði við felagsskapin International Christian Concern, ið heldur eyga við forfylging av kristnum, at ofrini vórðu dripin, tí tey ikki endurgóvu islamisku trúarjáttanina.

Morning Star News, sum eisini fylgir við forfylging av kristnum, segði frá, at 56 fólk vóru við bussinum, og at álopsmenninir skildu 11 kenjansk arbeiðsfólk frá somalisku ferðafólkunum. Tey endurgóvu eitt ferðafólk, sum slapp frá hendingini við lívinum:

– Ein muslimskur maður gav mær somalisk klæði, og tá tey skildu ferðafólkini sundur, fór eg til somu síðu sum muslimarnir. Vit vórðu beinan vegin biðin um at fara inn aftur í bussin, og tá tey staðbundnu vóru komin upp á pláss aftur í bussinum, skutu tey eftir teimum, ið ikki vóru frá hesum økinum og tí stóðu eftir.

International Christian Concern segði frá, at í minsta lagi níggju kristin vórðu dripin, og endurgav nøvn teirra. Tvey onnur, ið eru saknað, verða hildin at vera deyð.

LES EISINI  Nýggjur sangur frá Signari á Reynatrøð: Ímillum milliónir

Sambært eini keldu, sum tosaði við Morning Star News, vóru tvey av ofrunum evangeliskir lærarar, trý verða søgd at vera katólikkar og ein var lækni og limur í eini kristnari samkomu. Hóast International Christian Concern sigur, at tey 11 ofrini vóru kristin, sigur Morning Star News, at tað er ógreitt, hvørja trúgv fimm av ofrunum høvdu.

Ein fráboðan frá skrivstovuni hjá kenjanska forsetanum Uhuru Kenyatta fordømdi álopið og segði, at trygdardeildir elta álopsmenninar.

Vilja týna kristin

Umframt bussálopið tók Al-Shabaab eisini ábyrgd fyri eitt álop týsdagin á eitt hotel í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu. Sambært CNN doyðu í minsta lagi trý sivilfólk, tveir hermenn og fimm yvirgangsfólk í einum skotbardaga.

Í august í ár forðaðu nakrar stúrnir muslimar einum álopi frá Al-Shabaab móti kristnum á einum byggiplássi í Kutulo í Kenja. Í fjør drap Al-Shabaab tvey kristin ferðafólk í einum bussi, tá tey noktaðu fyri at endurgeva Faðirvár.

Kendasta álopið hjá Al-Shabaab man vera tað í apríl í 2015, tá byrsumenn lupu á Garissa University College, har teir skildu muslimsk lesandi frá kristnum. Í minsta lagi 148 fólk doyðu í álopinum.

LES EISINI  Farsóttin setur forfylgd kristin í enn størri vanda

Kenja er á 40. plássi á listanum hjá Open Doors yvir lond, har forfylging av kristnum er ringast. Grannalandið Somalia er á triðja plássi; bara Norðurkorea og Afganistan eru omanfyri.

Sambært Open Doors eru kristin við muslimskari bakgrund mál við høgum virði fyri Al-Shabaab. Tey, ið fara frá islam fyri at fylgja Jesusi, verða ofta dripin á staðnum, tá tað verður avdúkað. Al-Shabaab hevur støðugt gjørt vart við, at tey vilja týna kristin úr landinum.

 

Kelda: The Christian Post

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina