127.000 jødar úr øllum heiminum søkja um spanskan ríkisborgararætt

Fyri at sleppa uppí part skulu jødisku umsøkjararnir standa eina roynd, ið skal vísa kunnleika teirra til spanska málið, mentan og stjórnarskipan. 127.000 jødar hava nú søkt spanskan ríkisborgararætt.

Í 2015 gjørdi Spania av at gera tað lættari hjá eftirkomarum av sponskum jødum at søkja spanskan ríkisborgararætt. Tá umsóknarfreistin var farin í september í ár, høvdu tey mongu túsund fólkini, tey flestu úr Meksiko, Venesuela og Kolumbia, tikið av hesum møguleika, skrivar BBC.

Bøta um søguligan órætt

Søguliga orsøkin er, at katólsku kongarnir í árinum 1492 høvdu rikið muslimarnar av iberisku hálvoynni (Spania og Portugal). Nú skuldu eisini jødarnir flyta ella drepast, um teir ikki vildu lata seg doypa sum katolikkar.

Tað sæst á einari fyriskipan frá 1492, undirritað av spanska konginum Ferdinand, har jødarnir verða ákærdir fyri ”at bróta niður heilagu katólsku trúnna”.

Ásannandi tann órætt, sum í síni tíð varð framdur móti sponsku jødunum, fáa teir sefardisku jødarnir, hvørs forfedrar vóru offur fyri fyriskipanini, nú møguleika at fáa ríkisborgararætt í Spania.

LES EISINI  Jødahatur í Týsklandi veksur – serliga millum muslimar

Søgufólk í dag meta, at tey flestu valdu at skifta trúgv, meðan millum 40.000 og 100.000 valdu at fara av landinum.

Mong av teimum burturriknu búsettu seg í Norðurafrika, Fraklandi, á Balkan ella í Miðeystri. Nøkur komu tó eisini til Norður- og Suðuramerika, har teir fyrstu jødarnir komu við á ferð Columbusar.

Portugal hevur sama slag av tilboði um ríkisborgararættindi til eftirkomararnar hjá jødum, sum vórðu gjørdir útlagnir í 1496.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina