42 kristin dripin á katólskari missiónsstøð í Miðafrikanska Lýðveldinum
Tveir prestar, annar teirra varð brendur livandi, eru millum tey mongu kristnu, sum í næstseinastu viku vórðu dripin í einum álopi á katólsku missiónsstøðina í Alindao í Miðafrikanska lýðveldinum, skrivar Reuters.
Tey 20.000 flóttafólkini, sum vóru á staðnum, vórðu rikin burtur.
– Vit hava higartil funnið 42 lík, men vit leita eftir fleiri. Legan varð brend í grund, og fólk flýddu inn í frumskógin og til aðrar flóttafólkalegur, sigur ein lokalur politikari.
Sambært AFP er hópdrápið ein hevndaratsókn, aftaná at hálvvápnað kristin drupu muslimar vikuna fyri.
Eisini ein støð hjá ST varð álopin. Tey halda, at gerningsmenninir eru ein bólkur, sum eitur Siriri, og sum islamiskir Fulani-hirðar hava stovnað.
Frans pávi var syrgin um hópdrápið í Miðafrikanska lýðveldinum og drápið á tveir prestar, tá hann helt bøn á Pæturstorginum næstseinasta sunnudag.
– Latið okkum biðja fyri teimum deyðu og særdu, og latið okkum biðja um frið í tí elskaða landinum, sum treingir so nógv til frið, segði pávin í bønini.
Kelda: Udfordringen