44 prestar í donsku fólkakirkjuni finnast at biskupi
Sóknarpresturin Mads Jakob Jakobsen skrivaði atfinningarsama grein um menningarlæruna í einum kirkjublaði. Og so fekk hann biskupin uppá nakkan.
44 prestar í donsku fólkakirkjuni hava undirskrivað eitt kjakinnlegg í Kristeligt Dagblad, har teir við greiðum orðum finnast at, at biskupurin í Haderlev Stifti, Marianne Christiansen, brúkar sítt embæti at finnast at sóknarprestinum Mads Jakob Jakobsen, tí hann lýsir menningarlæruna úr ymsum sjónarhornum og etisku avleiðingarnar av henni.
Teir 44 prestarnir skriva millum annað, at tað kemur óvart á teir, at menningarlæran eftir øllum at døma hevur støðu sum kirkjulæra, og Darwin sum ápostul í eygununum á biskupinum í Haderslev.
Teir halda, at Marianne Christiansen hevur sín góða rætt til at vera ósamd við Mads Jakob Jakobsen, men at tað má koma fram í einum almennum kjaki, og ikki í eini skrivligari átalu og við áheitan um eftirútbúgving. Grundgevingin hjá teimum 44 er, at presturin í sínum prestalyfti er bundin at bíbliu og játtan, men ikki at menningarlæruni.
Í greinini var sóknarpresturin Mads Jakob Jakobsen atfinningarsamur móti menningarlæruni hjá Darwin, og hann heldur, at eins og tað við skapanarfrásøgnini í Bíbliuni fylgir ein positiv skylda mótvegis náttúruni og medmenniskjanum, so fylgir ein sera átaluverdur etikkur við menningarlæruni, sum byggir á natúrliga úrveljing og harvið tørvandi samhuga við teimum veikastu. (Øll greinin hjá Mads Jakob Jakobsen kann lesast her.)
Hetta fall biskupinum í Sønderborg, Marianne Christiansen, fyri bróstið, og hon sendi prestinum eina skrivliga átalu og mælti honum til at fáa sær eftirútbúgving um viðurskiftini millum náttúruvísindi og gudfrøði.
Men sóknarpresturin ætlar ikki at ganga áheitanini frá biskupi á møti.
– Eg ætli mær ikki at lesa meira um hatta evnið, uttan so, at eg fái tað álagt. Hatta er eitt evni, sum eg ikki havi so stóran áhuga í. Eg síggi bara ein samanhang millum eina darwinistiska heimsáskoðan og ein tendens til minni samhuga í samfelagnum, sum millum annað kemur til sjóndar í vaksandi ójavna, sigur hann.
– Eg eri á ongan hátt samd við honum í hansara sjónarmiðum. Eg haldi, at hann blandar saman trúgv og vísindi, og spurningurin er, um hansara nýtsla av gudfrøðini er røtt og reiðilig, sigur Marianne Christiansen við blaðið Jydske Vestkysten. Hon leggur afturat, at eftir hennara meting hevur hon ikki givið prestinum eina átalu, men er heldur komin við eini áheitan.
Mads Jakob Jakobsen tekur orðadráttin hóvliga, men málið ørkymlar hann.
– Tað er ræðandi, so sterk mótstøðan er móti tí trúgv, at Gud hevur skapt heimin. Menningarlæran er vorðin ein statsreligión. Henni má ein ikki finnast at – heldur ikki við náttúruvísindaligum grundgevingum, sigur hann.
Kelda: Kristeligt Dagblad