Fólk skulu kenna aðrar møguleikar enn menningarlæruna

Norskur milliardingur stuðlar nýggjum stovni.

Ein norskur skipsreiðari hevur stuðlað stovninum “BioCosmos” við góðum 11 milliónum krónum fyri at hjálpa teimum at bera út kunnleikan til vísindaliga grundarlagið fyri Intelligent Design.

Fyri nøkrum vikum síðani byrjaði stovnurin BioCosmos eina nýggja heimasíðu, ið skal geva serstakliga ungum í aldrinum 15 – 25 ár alternativan og dagførdan kunnleika um uppruna lívsins og menning á vísindaligum grundarlagi.

– Nýggjari gransking vísir, at teir ymsu lívshættirnir í náttúruni í høvuðsheitum eru úrslit av einari verkfrøðiskendari formlist, ikki eini natúrligari útveljing og smáum arvafrøðiligum tillagingum. Hetta sigur Steinar Thorvaldsen, sum er nevndarformaður á stovninum og professari í informatik á Fróðskaparsetrinum í Tromsø, í einum tíðindaskrivi.

– Í tøknifrøðiliga umhvørvinum verður nú meira og meira tosað um “náttúrunnar verkfrøðiskynstur”, og at vit menniskju mugu “stjala náttúrunnar einkarrætt fyri at loysa tøknifrøðiligu avbjóðingarnar hjá knøttinum”, heldur hann fram.

Hjálp frá milliardingi

Stovnurin BioCosmos hevur nú fingið skipsreiðaran Einar Johan Rasmussen við í átakið. Hann verður mettur at vera 27. ríkasti norðmaður og hevur veitt 15 milliónir til eginognina hjá stovninum.

LES EISINI  44 prestar í donsku fólkakirkjuni finnast at biskupi

BioCosmos stendur fyri nøkrum, eg trúgvi uppá, og nøkrum, eg haldi, er týdningarmikið at kunna mest møguligt um. Intelligent Design fær størri og størri undirtøku, sigur Rasmusen við blaðið Vårt Land.

Kristni skipsreiðarin, sum hevur eina ogn uppá 8 milliardir krónur, sigur, at tað ikki einans er trúgvin, sum eggjar honum til at stuðla.

– Uttan fakliga tyngd hevði einki endamál verið við tí. Seinastu tíðina eri eg byrjaður at lesa væl meira um hetta og eri vorðin sannførdur um, at heimurin og lívið eru vorðin skapað og ikki eitt úrslit av tilvild, sigur hann við blaðið.

Brúk fyri kjaki

Stovnurin vil við opnum kjaki bjóða teimum siðbundnu darwinistisku fatanunum um, at lívið kom av sær sjálvum og hevur ment seg til tað, vit síggja í dag, av. Sambært stovninum vísir nýggj gransking, at livandi kyknur á nanostøði eru so framkomnar og skipaðar, at tað ikki longur nyttar at halda uppá, at tær eru vorðnar til av sær sjálvum.

LES EISINI  44 prestar í donsku fólkakirkjuni finnast at biskupi

– Higartil er bert lítið av hesi gransking komið út til fólk. BioCosmos hevur sett sær fyri at gera nakað við hetta, sigur Steinar Thorvaldsen.

Dagligi leiðarin á BioCosmos, Dag Erlandsen, heldur, at evolutónsástøðið er í ferð við at missa undirtøku millum akademikarar.

– Meiri enn túsund akademikarar hava skrivað undir uppá, at teir eru ivasamir um ástøðini hjá Darwin, segði Erlandsen, tá heimasíðan varð løgd fram.

Intelligent Design (ID)

  • Heldur, at ávísir eginleikar í alheiminum, millum annað grundleggjandi eyðkenni hjá livandi organismum, sýna sermerki, ið eru úrslit av eini vitbornari (intelligentari) orsøk ella arbeiðsmegi.
  • Kann hava filosofiska og religiøsa innblanding, men er bundið at grundgeva reint vísindaliga.
  • Millum mest kendu talsmenn hjá ID-rørsluni eru Phillip E. Johnson, løgfrøðisprofessari, Michael Behe, lívevnafrøðingur, og William Dembsky, støddfrøðingur.

 

Kelda: Kristelig Pressekontor og Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina