Lestur til fjórða sunnudag eftir páskir

úr bókini “Í fyrstuni var orðið” Prædikur eftir John Myllhamar.

Rit at prenta:
Lestur til fjórði sunnudag eftir páskir
Uppskot til heimalestur

 

Jesus segði tí: »Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.« Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann. Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.« Teir svaraðu honum: »Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?« Jesus svaraði teimum: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.
Jóh. 8, 28-36

Trælur ella barn? Tað eru báðir møguleikarnir. Annaðhvørt ella! Soleiðis lutar Jesus menniskjuni sundur. Trælur ella barn. Hvør er avgerandi munurin? Trælurin hevur ongan rætt. Trælurin kann verða koyrdur úr húsinum, nær tað skal vera. Kor hansara eru ótrygg. Eingin er at verja trælin. Hann má sjálvur royna at hevja seg so væl hann dugir. Bjarga sær sjálvum kann hann ikki, um harri hansara ein dagin sigur: “Tú ert uppsagdur!” So er tað út av húsinum, út í óvissuna.

Barnið afturímóti verður verandi í húsinum. Tað hevur rætt til heim sítt og hevur ein at verja seg. Barnið hevur onga orsøk at óttast. Tað kann bara vísa til faðir sín, um okkurt kemur í vegin. Barnið kann siga: “Tað mást tú tosa við pápa mín um!” Fyri Gudi gevast bara tvey nøvn, tveir møguleikar: Annaðhvørt trælur ella fríur, trælur ella barn.

Hvussu kennir ein trælur seg? Trælurin heldur, at alt er so torført.

Ein ungur maður á einum uppalingarheimi, har ung kunnu útbúgva seg í ymiskum lærugreinum, var einaferð spurdur: “Nú, hvat tekst tú so við?” “So lítið sum gjørligt,” var svarið. Ta støðu hevur trælurin. Hann veit, at hann ikki kann sníkja seg undan, men roynir so at sleppa so lætt sum gjørligt frá øllum.

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag eftir páskir

Soleiðis eisini í viðurskiftunum við Gud. Hugsan trælsins er henda: Ikki meira enn hægst neyðugt. Jú, Gud væntar, at eg skal biðja, lesa í orði hansara, ganga á møti og í kirkju og alt hetta. Men hvussu lítið kann eg vera nøgdur við? Er tað ikki nóg mikið at lurta eftir gudstænastuni í útvarpinum av og á, meðan eg sunnumorgun dustsúgvi ella geri døgurða? At eg skal hugsa meira um Gud og himmalin, veit eg væl, men tað kann væl bíða, til eg verði eldri og fái betri stundir? Nú er tað so nógv, ið gerast skal! Tað má Várharra tá skilja.

Her kemur tað næsta, sum er eyðkent fyri trælin. Hann hevur altíð strevið við at forsvara og umbera seg. Harvið avdúkar hann seg. Soleiðis sum nú jødarnir í tekstinum, vit lósu. Tað stendur um teir, at teir vóru komnir til trúgv á Jesus við at hoyra hann tala. Alt tyktist í lagi hjá teimum. Kortini vísti tað seg, at trúgv teirra ikki var serliga nógv verd, og teir støðugt vóru neyðarsligir trælir.

Tað, ið avdúkaði teirra trælasinni, var júst teirra ídna sjálvverja. Jesus møtti teimum við einum “um.” “Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.”

Tað er nakað órógligt við hesum orðinum “um” í tekstinum, vit hoyrdu.

Tað hevði verið nógv stuttligari, um Jesus tók alt fyri givið. Munnu vit øll ikki vera Guds børn. Munnu vit ikki øll fara at enda hjá Várharra ein dag.

Men Jesus sigur støðugt: “um.” “Vil nakar gera Guds vilja, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Gudi, ella eg tali av mær sjálvum.” (Jóh. 7,17) “Um tú trýrt, skalt tú síggja Guds dýrd.” (Jóh 11,40). “Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríki.” (Matt 18,3).

Tað er nakað pínligt við hesum “um.” Tað liggur ein avbjóðing í tí, sum avdúkar trælin. Hann verjir seg. Í donsku týðingini av Bíbliuni stendur um hin ríka unglingin: “Um tú vilt koma inn til lívið, tá halt boðini.” (Matt 19,17). “Hvørji boð?” spyr drongurin. Jesus svarar: Tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor og so framvegis.

LES EISINI  So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi!

Drongurin forsvarar seg: “Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?” Tá sigur Jesus, og aftur danska týðingin: “Um tú vilt vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skal eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!” Soleiðis møtir Gud okkum við einum “um.” Brádliga er tað ikki longur givið, at alt endar væl! Hvat gert tú tá? Roynir tú so at forsvara teg fyri Gudi?

Ein prestur ella trúboðari kann ikki koma uttanum at gera vart við hetta “um.” Men so skjótt tað er nevnt, byrja mong at forsvara og umbera seg: “Jú, eg havi tá gjørt okkurt skeivt, men havi væl eisini gjørt okkurt gott?” “Eg havi jú eisini mín form fyri trúgv!” “Eg eri væl ikki verri enn onnur?” Tað verður altíð víst til ein sjálvan: “Eg eri tá,” “Vit hava tá,” “Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum” umbóru jødarnir seg við.

Men tað er júst tað, ið er vónloysi, soleiðis at vísa til sín sjálvs, tá ið Gud nemur við samvitsku okkara. Her kemur tað fyri ein dag, at vit eru trælir hjá syndini. Vit vilja og kunnu ikki loysa okkum frá okkum sjálvum. Tað er sjálv syndin. Tað er ráðaloysi yvir fyri hinum heilaga Gudi bert at hava seg sjálvan at peika á. Tað er glatanin!

Tað eru tey, í slíta seg sjálvan upp í eini roynd at redda æruna fyri Gudi og fyri menniskjum. Men tað er vónleyst. Tí: “Øll hava syndað og teimum vantar Guds heiður.” (Róm 3,23). At vera vístur til sín sjálvs og sítt egna er at vera seldur sum ævigur trælur fyri seg sjálvan, og ein meira vónleysur harri enn eg sjálvur finst ikki.

Hvussu so gerast fríur? Ja, so er tað aftur tað nærgangandi “um.” “Um tí sonurin fríar tykkum, eru tit av sonnum frælsir,” (v. 36). Skal tað eydnast at blíva fríur, mega vit vísa burtur frá okkum sjálvum og til sonin, til Jesus.

LES EISINI  Lestur til triðja sunnudag eftir páskir

Her er eingin mótsøgn, tá ið Jesus bæði sigur: “Sannleikin skal fría tykkum,” og “Sonurin fær fría tykkum,” tí persónurin, sonurin, er sannleikin.

Sonurin gekk inn undir banning okkara. Hann, ið frá upphavi eigur fríu korini hjá einum soni í húsinum hjá faðir sínum, læt seg binda við okkara leinkjum. Okkara syndir bar hann. Okkara dómar knústi hann. Okkara deyða leið hann. Hann steig inn ímillum faðirin og allar okkum trælir og vann okkum barnakor. Hann býtti um við okkum.

Tí nýtist tær ikki undir støðugum ótta at arbeiða upp á tað vónleysa, sum tað er at hevja seg sjálvan yvir fyri Gudi. Tú kanst í staðin glaður og frímóðigur peika á sonin. Tí hann tók okkara skuld og bar okkara skomm. Nú snýr tað seg ikki um eg og eg og aftur eg. Hvat eg havi gjørt, og ikki minst hvat eg ikki havi gjørt. Men nú snýr tað seg bara um, hvat sonurin, hvat Jesus hevur gjørt. Tað kennist sum ein undurfull frígering, tá ið hetta rennur upp fyri einum menniskja.

Hugsa tær, at tú og eg eru frí fyri at verja okkum  í rættinum og forsvara okkum, tá ið klagurnar ganga í samvitsku okkara. So at kunna siga, at tað er satt alt samalt. Eg eri veruliga uttan vón! Men tonk, eg sleppi at vísa til Jesus, Guds einborna son. Hann hevur rindað eisini mína og tína vónleysu skuld.

Tann sannleikin ger okkum frí, tvs. um vit skoyta um tað. Har er tað so aftur hetta “um,” ið vit skulu taka støðu til: “Um tí sonurin fríar tykkum, skulu tit av sonnum verða frælsir!”

Tað kann eisini lata seg gera, at gerast fríur her og nú. Tí:

Her er hann, ið vil loysa
hvønn træl úr synd og sút,
her er hann, ið vil oysa
Guds náðigávur út.

Soleiðis møtir sonurin okkum aftur í dag. Og tí at hann er her og ger tað møguligt hjá okkum, vónleysu trælum, at gerast frí og gerast Guds kæru børn, kunnu vit siga: Æraður verið Gud Faðir, Sonur og Heilagi Andi í allar ævir. Amen!

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina