Torir tú uppí trillibøruna hjá Jesusi?
Tað er ein søga um ein línudansara, sum ætlaði sær at ganga á línu tvørturum Niagara Falls, við bindi fyri eyguni og við eini trillubøru frammanfyri sær!
Fyrst gekk hann yvirum við bindi fyri eyguni. So skuldi hann yvirum aftur, nú eisini við eini trillibøru. Men áðrenn tað spyr hann fyriskiparan:
– Trýrt tú nú, at eg megni tað?
– Jú, sjálvandi trúgvi eg tí, tí eg sá teg gera tað!
– Nei, segði línudansarin, trýrt tú veruliga, at eg megni tað?
– Ja, sjálvandi, tú gjørdi tað jú!
– Nei, nei, segði línudansarin, – trýrt tú, at eg megni tað?
– Ja, svaraði fyriskiparin, – eg trúgvi, at tú megnar tað.
– Fínt, segði línudansarin, – set teg so í trillubøruna – so fara vit yvirum!
Eg veit ikki, um søgan passar, men hon lýsir, hvat trúgv er. Kristin trúgv er ikki bert at trúgva, at tað, sum Bíblian fortelur, passar. So er trúgvin kanska ikki annað enn undirtøka í høvdinum. Bíblian lýsir fyrst og fremst trúgv sum álit á Jesus sjálvan! At líta honum mítt lív og mín ævinleika upp í hendurnar!
Tað er nógv meira avbjóðandi! Tað krevur ikki, at vit eru góðtrúgvin. Tað krevur tvørturímóti, at vit brúka hvørt høvi til at vera saman við honum, lesa í orði hansara, lurta eftir gleðiboðskapinum um hann, tosa erliga við hann í bøn og leita saman við øðrum um navn hansara. Álit kemur stutt sagt av at vera saman við honum.
“Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Gud og segði: “Tíðin er fullkomin, og Guds ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!” (Mark 1,14)