Biður tú fyri grannunum?
„Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini! “
Róm.12,12
Einaferð tosaði eg við eina havnarkonu. Hon segði mær, at hon nú í eitt langt tíðarskeið hevði biðið fyri øllum, sum búðu í somu gøtu sum hon. “Eg gerist so góð við tey, alt av tí sama,” legði hon afturat.
Hetta kom eg at hugsa um, tá ið eg las lívssøguna hjá Corrie ten Boom. Hon var fimm ára gomul, tá ið hon lærdi at lesa. Hon elskaði at stava seg ígjøgnum smáar søgur, sum handlaðu um Jesus. Familja hennara elskaði Harran, og tað var henni líka natúrligt at tosa við Jesus sum at tosa við mammu sína. Hann var jú til staðar har.
Ein dagin stóð mamma hennara og hugdi at henni, meðan hon spældi. Corrie bankaði upp á eina upphugsaða hurð og bíðaði … eingin svaraði. So segði mamman: “Eg veit um ein, sum stendur við tínar dyr og bankar, og um tú letur upp fyri honum, vil hann koma inn í hjarta títt. Vilt tú lata hjarta títt upp fyri honum nú?” – “Ja, mamma,” segði Corrie, “eg vil, at Jesus skal koma inn í hjarta mítt.” So tók mamman tær lítlu hendurnar í sínar, og so bóðu tær saman.
Jesus segði, at vit skulu blíva sum børn, ella sleppa vit als ikki inn í Himmiríkið. Frá hesum degnum bleiv Jesus meira livandi fyri Corrie, og hon byrjaði at biðja fyri øðrum fólkum, hóast hon bara var fimm ára gomul.
Gøtan aftan fyri hús teirra kallaðist Smedestraat. Har vóru nógvar ølstovur, og fullir menn komu støplandi út haðani og blivu ofta tiknir av politinum og koyrdir á politistøðina. Hetta hevði stóra ávirkan á Corrie, og hon rann grátandi inn at siga mammu síni frá hesum. Mamman segði, at tað var eitt, hon kundi gera fyri hesar menn, hon kundi biðja fyri teimum. Og so bað Corrie hvørt kvøld: “Kæri Harri Jesus, ver so fittur og hjálp teimum … og Jesus, hjálp øllum fólkunum í Smedestraat!”
Nógv ár seinni tosaði Corrie í hálendska sjónvarpinum. Aftan á sendingina fekk hon eitt bræv. Har stóð: “Maður mín fekk sovorðnan áhuga fyri sending tygara, tá ið tygum søgdu, at tygum høvdu búð í Haarlem. Hann búði í Smedestraat. Fyri trimum árum síðani tók hann ímóti tí Harra Jesusi sum sínum Frelsara.”
Hon las brævið og mintist bønirnar hjá lítlu Corrie fyri 76 árum síðani. Hesin maðurin var altso eisini ein, hon hevði biðið fyri.
Eina aðru ferð fyri ikki so nógvum árum síðani var Corrie á summarlegu saman við nøkrum trúgvandi gentum úr Haarlem. Tá ið tær um kvøldið sótu og tosaðu saman um Harran, máttu tær flenna, tí allar átjan genturnar høvdu annaðhvørt sjálvar búð í Smedestraat, ella høvdu foreldur teirra búð har, og tær hildu tað vera heldur løgið; men tá segði Corrie teimum, hvussu hon hvørt kvøld hevði biðið fyri øllum í hesi gøtuni.
Ofta hugsa vit, tá ið Gud ikki svarar eini bøn beinanvegin, at hann hevur svarað: “Nei.” Men mangar ferðir hevur hann bara sagt: “Bíða!” Hugsa tær til, hvørji úrslit kundu spurst burturúr, um øll trúgvandi tóku sær fyri at biðja fyri øllum teimum fólkunum, sum búgva í somu gøtu sum tey! Effie Campbell
Edvard Poulsen

