100 ára hátíðarhald í KFUK í Havn Í gjár
29.juni 2022 var 100 ár síðani, kvinnur í Havn komu saman at stovna KFUK.
Ymiskt var á skránni og fólk kundu allan dagin frá kl.10.00 um morgunin og frameftir støkka inn á gólvið og heilsa upp á fólk, sum hava og høvdu sína gongd í KFUK-húsinum á Varðagøtu 9 í Havn og kl.17.00 varð almenn móttøka, har nógv fólk vóru komin at hátíðarhalda stóra runda dagin.
Karmarnir vóru spentir heilt út og nógv var gjørt fyri at hava húsið klárt og gera tað festligt fyri gestirnar. Stórt og vældekkað borð stóð miðskeiðis í salinum, og har manglaði avgjørt onki. Gestirnir vóru bodnir vælkomnir og fáa sær av tí, sum borðreitt varð við. Mong nýttu høvið at taka orðið hetta kvøldið og takksemi var felagsnevnari hjá øllum talarum. Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, talaði og virkandi borgarstjóri tók orðið, eins og umboð fyri fólkakirkjuna, Meinigheitshúsið í Havn, KFUM-& K í Klaksvík, KFUK skótarnir og mong onnur nýttu høvið at takka fyri tí virksemi, ið er farið fram í hesum húsi, sum KFUK keypti og yvirtók 29. Juni 1922 frá bretska konslinum. Mong av talarunum høvdu gávur við, sum tey handaðu Nicolinu Højgaard vegna nevndina. Eisini nýtti verandi KFUK-skrivari, Louisa Niclasen høvið at takka fyri góðu og ríku tíðina í KFUK og at hon fer frá aftaná mong ár.
Lagið var gott og kryddað varð eisini við festligum tónleikainnsløgum, eitt nú við KFUK-skótum og tensingkórinum og sungið varð eisini góðar og gamlir KFUK-slagarar. Nei, einki er at taka feil av. Húsið andar av søgu og gomlum siði, so sjálvt tær yngstu skótagenturnar eisini merkja søguliga dámin. KFUK hevur verið virkið øll 100 árini og húsar nógvum virksemi – eitt nú seinnapartssamkomum, binditreffi, konfirmantafestum og øðrum. KFUK-skótarnir eru eisini ein týðandi liður í virkseminum hjá felagnum.
Onnur av leinkjunum herundir vísir eina yrking, ið fyrr hekk á bróstinum í KFUK meðan hin er frá einum hugnakvøldi í KFUK, har Gulla Øregaard greiddi frá málninginum av Sigmundi Brestissyni, sum abbi hennara Jógvan Waagstein málaði og gav KFUK í 1922.