Fjórða krossarorðið
Tað fjórða orðið, Jesus segði á krossinum, er : “Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?” Matt. 27,46 og Mark. 15,34.
Hetta er Jesu myrkasta og tyngsta løta, sum vit lesa um her í hansara fjórða krossarorðið: “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?”
Hugsa tær til, at sonur Guds úr Himli skuldi uppliva, at Gud Faðir í Himli fór frá honum. Jesus endurgevur her Sálm 22,2.
Mong vóru farin frá honum gjøgnum lívið – sí Jóhannesar evangeliið kap. 6. Lærusveinarnir vóru farnir frá honum í Getsemane.
Tað ringasta av øllum var kortini, at hann upplivdi, at Gud fór frá honum. Hvat var tað, sum hendi? Jú, í hesi løtu fall vektin av heimsins synd niður á Jesu hjarta og alla hansara veru.
Hetta var løtan, tá ið hann, sum ikki visti av synd, varð gjørdur til synd fyri okkum. 2. Kor. 5,21 sigur: “Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guds rættvísi í honum.”
Jesus upplivdi her tann óumberliga skilnaðin frá Gudi, sum syndin førir við sær. Jesus noyddist inn í helviti fyri okkara synd. Tí legði Gud vreiði sína, sum hann hevði havt mótvegis verðini, yvir á sonin. Hann skuldi bera tað, sum eingin annar kundi. Her ber Jesus allar heimsins syndir!
Hetta gjørdi Jesus fyri okkum. Gud vil ongantíð fara frá okkum. Tí Jesus hevur goldið fyri okkara synd!
Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti.
Les eisini:
Fyrsta krossarorðið
Annað krossarorðið
Triðja krossarorðið