Sjálvboðin sjúkrarøktarfrøðingur: At síggja umbroytt menniskju er løn í sær sjálvum

“At arbeiða sum sjálvboðin gevur upplivingar, sum ikki kunnu mátast í pengum,” sigur Súsanna Olsen, sum nú fyri aðru ferð hevur arbeitt sum sjálvboðin sjúkrarøktarfrøðingur á einum av sjúkrahússkipunum hjá Mercy Ships í Afrika.

Súsanna Hendriksdóttir Olsen er júst komin heim aftur til Danmarkar eftir sítt næsta uppihald sum sjálvboðin á størsta sjúkrahússkipinum hjá Mercy Ships, Global Mercy, í Sierra Leone. Har hevur hon brúkt sínar førleikar sum sjúkrarøktarfrøðingur – og sigur, at hon hevur fingið nógv meira burturúr enn tað, sum hon sjálv gav. 

“Eg havi fingið so nógvar lívsjáttandi søgur við mær í viðførið. Lønin er nógv meira enn pengar. Tað arbeiðið, sum Mercy Ships ger, er so týdningarmikið, og eg eri takksom fyri at sleppa at vera partur av tí.” 

Vísir Guds kærleika
Súsanna Olsen arbeiðir eisini til dagligt við lívsneyðugum uppgávum sum sjúkrarøktarfrøðingur á einari hjartadeild á Ríkissjúkrahúsinum. Hon er 30 ára gomul og býr í Keypmannahavn, har hon bæði gongur í Københavnerkirken og í Eliaskirkjuni.  

Á Ríkissjúkrahúsinum røktar hon sjúklingar við iskæmiskari hjartasjúku – t.v.s. blóðproppum. Súsanna er við øðrum orðum von við, heilt bókstaviliga, at hava lívið í hondunum. Og nú er hon komin heim aftur frá Global Mercy – við fullum hjarta av spennandi og rørandi upplivingum. Sum hon sjálv sigur: 

“At møta sjúklingunum, merkja teirra takksemi, lurta eftir teirra søgum og bara vísa teimum Guds kærleika sum eitt medmenniskja. Tað er ein lønarseðil, sum varar nógv longur enn bara til næsta lønarseðil.” 

Spottaður av vinunum 
Tá Súsanna hugsar aftur á báðar ferðirnar umborð á heimsins størsta sivila sjúkrahússkipi, minnist hon serliga tveir sjúklingar: 

LES EISINI  Heimamissiónin heiðrar Berg D. Joensen fyri sítt stóra arbeiði fyri kirkju og missión

“Albert, ein 26 ára gamal maður, hevði skatt nøsina í einum bardaga nøkur ár frammanundan. Tá hann kom til okkara, var nøsin næstan hálverað. Nakrar dagar eftir skurðviðgerðina spurdi hann meg, nær hann kundi fáa umbindingina av. Eg segði, at tað kundi hann eftir fimm dagar. Hann svaraði, at tað var í lagi – hann fór at vera tolin, tí vinir hansara høvdu spottað hann í langa tíð, men nú fór hann skjótt at síggja penur út aftur. Tann dagin, hann fekk umbindingina av, og nøs hansara var grødd, kundi hann ikki lata vera við at hyggja at sær sjálvum í speglinum allan tíðina. Tað var ein fantastisk uppliving.” 

“Ein annar sjúklingur, Ishaka, hevði bara eitt hol, har nøsin átti at vera, og hevði fjalt seg alt sítt lív. Men nú, eftir at hava fingið eina nøs við skurðviðgerð, segði hann: ‘Hygg at mær nú!’ og gekk glaður og treystur runt á deildini. Hann fjaldi seg ikki longur.” 

Frá seinastu ferðini hjá Súsannu á Global Mercy gjørdi ein miðaldrandi kvinna við navninum Miata serliga stórt inntrykk. 

“Miata varð innløgd við eini sera stórari strumu. Seinnapartin, tá hon kom aftur frá skurðviðgerðini og hevði ein ‘vanligan háls’, var tað ein av hinum sjúklingunum, sum segði, at Miata ikki var ein gandakelling longur. Eg og ein annar sjúkrarøktarfrøðingur vóru skelkaðar av hesi viðmerkingini og fóru at greiða frá, at vit øll hava virði í Jesusi, at vit øll eru skapt í Guds mynd og ikki sum gandakellingar. Tá svaraði hin sjúklingurin, at fólk á gøtuni kalla tey fyri gandakellingar, tá tey hava strumu. Tað vísti mær bara, hvussu stóran mun henda skurðviðgerð ger fyri fólk sum Miatu. Hon fer ikki longur at verða kallað gandakelling. Hon nýtist ikki at fjala seg. Hon kann verða sædd sum eitt menniskja.” 

LES EISINI  Mission Afrika steðgar peningaflutningi til Miðafrikalýðveldið

Út úr skammikrókinum 
At fjala seg er heilt natúrligt, tá ein hevur eina likamliga vanskapan. 
“Ein av teimum lokalu starvsfólkunum segði mær, at hann beinleiðis skalv, tá hann fyrstu ferð sá ein sjúkling við einum tumori, tí hann hevði ongantíð sæð nakað líknandi áður. Hann segði, at hann visti ikki, at slík fólk yvirhøvur vóru til. Tey høvdu fjalt seg alt lívið, so tey, sum síggja ‘vanlig’ út, vistu ikki, at hesi vóru millum tey. Tann søgan rørdi meg djúpt. Eg síggi sjúklingarnar, tá teir verða útskrivaðir eftir skurðviðgerð og viðgerð, og teir eru so glaðir og ernir – og fjala seg ikki longur. Tað er ein fantastisk uppliving.” 

Ein stórur dreymur gjørdist veruleiki 
Súsanna Olsen hevur altíð havt ein dreym um at arbeiða við menniskjum: 
“Eg droymdi um at blíva sjúkrarøktarfrøðingur ella lækni og brúka mína útbúgving bæði heima og uttanlands, har tørvurin er størstur. Ein stórur dreymur hjá mær var at sleppa umborð á eitt av skipunum hjá Mercy Ships. Sjúkrarøkt er eitt arbeiði við djúpum týdningi, og eg elski tað – uttan mun til, hvar í heiminum eg eri. Eg brenni fyri at hjálpa teimum, sum hava tørv á eini eyka hond. Eg ynski at gera mun fyri tey, sum veruliga hava brúk fyri tí. Eg havi altíð ynskt at arbeiða, har neyðin er størst, og tí havi eg altíð droymt um at verða send út og brúka mína útbúgving bæði lokalt og altjóða.” 

LES EISINI  Ræður um at hava fokus á rætta stað

Tí var tað ein stórur dreymur, sum gjørdist veruleiki, tá Súsanna steig umborð á Global Mercy

Mælir øðrum at fara
Súsanna Olsen er so hugtikin av arbeiðinum sum sjálvboðin hjá Mercy Ships, at hon fegin mælir øðrum til at royna tað sama: 

“Tað er sunt at koma burtur frá tí kenda umhvørvinum og uppliva eina heita mentan, hóast stóran materiellan fátækradóm. Tað gevur lívinum nýggja dýpd. Og eg haldi, at vit, sum eru signað við útbúgving og løn, kunnu væl geva eitt sindur til okkara brøður og systrar í londum, har tørvurin á vón og grøðing er stórur.” 

Súsanna hevur hesi ráð til onnur, sum ynskja at fara út: 

“Byrja at søkja beinanvegin, tí umsóknartilgongdin tekur tíð. Og tú bindur teg ikki til nakað, fyrr enn tú, skipið og tey heima eru samd um arbeiðspláss og dato. So tú kanst altíð byrja við umsóknini og síðani taka støðu til, um tú framvegis vilt fara. Og tá tú so ert farin, so lat teg upp og ver klárur at fáa so nógv burturúr sum gjørligt – tí tað, tú fært við tær, kann ikki mátast í pengum.” 

Kelda: Udfordringen

Sí eisini samrøðu, sum Trúboðin gjørdi við Súsonnu í august 2024:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina